Nú livi eg lívið

Traumatisk barnaár, rebelsk tanáringaár og tvey kærleiksleys hjúnarbond er tað, Sølva Ford kann líta aftur á. Men tað hava eisini verið glottar, og børnini og trúgvin á Guð hevur hjálpt henni gjøgnum lívið. Nú hevur hon veruliga endurfunnið trúnna, og nú livir hon veruliga lívið

LÍVSLEIÐ

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo

 

- Hetta seinasta árið hevur verið tað besta í lívinum. Eg havi lagt av at drekka og roykja, og eg latið alt nógv meiri upp í hendurnar hjá Honum har uppi.

Sølva Ford virkar glað og væluppløgd sum vit sita og práta í stovuni hjá Jóannesi Jakobsen. Hann hevur nevniliga eisini verið ein partur av broytingini í lívinum, henni hevur verið fyri. Nú syngja og spæla tey saman og hava júst lagt síðstu hond á eina nýggja fløgu.

Hon hevur veruliga funnið sanggleðina aftur og tað hevur stóran týdning, tí sangurin fyllir so ómetaliga nógv í lívinum hjá Sølvu.

- Vit hava altíð sungið í okkara familju, og eg haldi, at tað er eingin, sum ikki dugir at spæla upp á okkurt ljóðføri, sigur Sølva Ford.

Men júst familjulívið hevur ofta verið trupult fyri Sølvu.

- Fyrstu seks árini fluttu vit ógvuliga nógv runt, serliga í sambandi við arbeiði og lestur hjá pápa mínum. Vit búðu í Noregi, Danmark og Føroyum hvørt um annað, greiðir Sølva frá.

Tá tey so endaliga fluttu heim, endaði Sølva og yngra systir hennara á barnaheiminum, tí mamman megnaði ikki at taka sær av teimum. Og hetta fekk ógvuliga stóra ávirkan á bæði uppvøkstur og tanár.

- Hetta var ein ógvuliga traumatisk tíð. Eg kendi tað alla tíðina, sum var eg ikki nóg góð til foreldur míni, og tú kanst ætla, at tað er nakað, sum setur síni spor eftir seg hjá einari seks ára gamlari gentu, sigur Sølva.

Men hon var ikki einsamøll send á barnaheim, eisini yngra systir hennara fór sama veg við henni. Og tað legði eina eyka byrðu omaná herðarnar á lítlu Sølvu.

 

Ein ring tíð

- Eg mátti jú ansa eftir systir míni, tað kendi eg sum eina skyldu. So tú kanst ætla, at tað var ein øgilig ábyrgd at leggja á eina so unga gentu, og tað kom at hava ávirkan á allan mín barndóm og allan mín uppvøkstur, sigur Sølva.

Tað, at verða avskorin frá sínum foreldrum á so ungum árum, hevur eina álvarsliga ávirkan á ung børn, og tað hevði tað eisini á Sølvu. Ikki neyðturviliga tí hon hevði tað ringt, tí tað hevði hon jú ikki reint kroppsliga, og fyri so vítt heldur ikki sálarliga, tí starvsfólkið á barnaheiminum gjørdi alt fyri, at hon skuldi kenna seg væl, men tað var saknurin av forledrunum, sum gjørdi tíðina ótolandi. Hennara egnu skuldarkenslur, at tað onkusvegna var hennara skuld, at hon var endað har, sum hon var.

Fýra ár búði Søvla á barnaheiminum. Frá hon var seks til hon var tíggju ára gomul.

- Hetta eru ár, tá eitt barn hugsar nógv. Hetta er tíðin, tá tú formast sum barn, og tað er ein formur, tú tekur við tær inn í tannárini og inn í vaksna lívið, sigur Sølva.

Hon minnist ikki so ógvuliga nógv frá teirri tíðini, men hon er kortini vís í, at sangurin og sanggleðin hava havt ein stóran leiklut í hennara lívi longu tá.

- Eg minnist tað ikki sjálv, men seinni hevur eitt starvsfólk á barnaheiminum sagt fyri mær, at eg plagdi at standa uppi á borðinum og syngja Elvis-sangir. Og tað sigur væl nakað um, hvussu sanggleðin tíðliga búnaðist í mær, sigur Sølva Ford.

 

Einki sjálvsvirði

Tíggju ára gomul flutti hon so heim aftur til mammuna at búgva, men hon fann seg ongantíð veruliga til rættis í lívinum.

- Longu tíðliga í tanárunum gjørdist eg rættiliga rebelsk. Var mest at kalla ein punkari við klæðum og hári, sum passaði til. Og eg fór eisini at ganga nógv í býnum, sigur Sølva.

Hóast hon longu so ung gjørdi uppreistur móti sínum lívi og verðini sum heild, so misti hon ongantíð trúnna á Guð, sum hon hevði fingið inn við móðurmólkini.

- Trúgvin var har, men eg gjørdi eisini uppreistur móti henni. Eg hevði millum annað eina ketu sum gekk úr nøsini aftur í oyra, og í henni hingu tríggir krossar, rættiliga symbolskt, greiðir Sølva frá.

Øll tanárini kendi hon seg minni verda. Sjálvsálivið var í botn, og hon trúði ikki, at nakar kundi dáma hana, fyri ikki at tala um elska hana. Og hetta ávirkaði alt, sum hon gjørdi, allar avgerðir, hon tók. Hon hataði lívið og hataði seg sjálva.

Kenslan frá árunum á barnaheiminum, at hon á ein ella annan hátt sjálv hevði skuldina av, at hon endaði har, helt við í tanárunum, og hendan kenslan hevði stóra ávirkan á tær skeivu avgerðir, hon tók.

- Ja, eg havi sanniliga tikið nógvar skeivar avgerðir í lívinum, sigur Sølva, og hugsar í tí sambandi ikki minst um tey bæði kollsigldu hjúnarbondini, hon hevur verið ígjøgnum.

 

Kærleiksleys hjúnarbond

Longu á heilt ungum árum bleiv Sølva gift.

- Eg hugsaði ikki so nógv um tað. Hann var vilt forelskaður í mær, og eg var eitt sindur góð við hann. Men bara góð, ikki forelskað. Kanska tað, at hann var so forelskaður í mær gjørdi, at eg gifti meg við honum uttan at vera ordiliga góð við hann. Eg helt tað vera synd í honum, haldi eg, sigur Sølva um hetta fyrsta hjúnarbandið.

Men hetta fyrsta hjúnarbandið var dømt at enda, tí sjálvt um Sølva hevði hugsað, at hon fór at gerast meiri góð við mannin við tíðini, so hendi tað ikki. Eisini var rúsmisnýtsla næstan gerandiskostur í hjúnarbandinum, og at enda hevði Sølva fingið nóg mikið.

- Tað kundi ikki ganga, og vit vórðu eisini skild at enda, sigur Sølva.

Enn meðan tey vóru gift fluttu tey til Íslands, og har byrjaði veruliga sangkarrieran hjá Sølvu.

- Vit vóru nakrar vinkonur, sum plagdu at fara á karioke-barr at syngja, og eitt kvøldið koma ein maður at tosa við meg. Tað vísti seg at vera David Cassidy, ið er bróður til heimskendu, men nú deyðu Evu Cassidy. Hann spurdi, um eg hevði hug at koma at syngja í einum orkestri, hann hevði, og tað gjørdi eg so, greiðir Sølva frá spennandi byrjanini.

Hon var 22 ára gomul, tá hennara veruliga sangkarriera byrjaði, og í eitt ár sang hon á einari intimari lítlari barr soul-tónleik saman við kenda violinleikaranum, David Cassidy.

Í Íslandi hitti hon ein amerikumann, og eins og við fyrru giftuni endaði hon aftur í einum hjúnarbandi, har hann var tann, sum elskaði, meðan hennara partur var at vera tann elskaða – uttan at elska aftur.

Eisini hetta hjúnarbandið endaði í rúsmisnýtslu – hansara – og at enda hevði Søvla eisini fingið nóg mikið av seinna kærleiksleysa giftarmálinum. Tey vórðu skild.

 

Endurfann Guð

Heimaftur komin til Føroya, var tað tónleikurin, ið dreiv verkið. Og tað var eisini í hesum umhvørvinum, at hon hitti Georg eystan Á. Hetta var eitt møti, sum førdi til »Sølva og Bergmenn«, og sum á mangan hátt domineraði lívi hennara næstu tíggju árini.

Tað var eisini í hesum tíðarskeiði, at hon var við til at geva einastu fløguna út – tað vil siga inntil nú.

Seinni stovnaði hon bólkin Shiraz saman við Ólavi Olsen, Benjamin Petersen, Brandi Jacobsen og Arnold Ludvig.

- Hetta var besta orkestrið, eg havi sungið saman við. Og tað var ógvuliga gott fyri sjálvsálitið, sigur Sølva.

Og júst sangurin og tað, at standa á einum palli, hevur styrkt sjálvsálitið hjá Sølvu ógvuliga nógv. Men hóast tað, so hevur tað verið strævið at samansjóða tónleikin og privatlívið við tveimum børnum. So strævið, at tað til endans mundi gingið galið fyri Sølvu.

- Fyri góðum ári síðani misti eg svøvnin. Í fleiri umførum. Ta einu náttina var eg so niðurundirkomin av svøvnmangli, at eg stutt sagt bað Guð hjálpa mær. Eg gjørdi eina avtalu við Guð: Hjálpir tú mær við lívi mínum, so skal eg leggja av at roykja og drekka. Eg sovnaði ikki ta náttina, men kvøldið eftir var svøvnloysi burtur, og tað hevur ongantíð plága meg síðani, sigur Sølva Ford.

Guð helt sín part av avtaluni, og tað hevur Sølva gjørt eisini. Hon hevur lagt av at drekka, og hon roykir heldur ikki. Og sum enn eitt undur hitti hon um ta tíðina eisini Jóannes Jakobsen, sum hevur verið ein kelda til íblástur.

- Jóannes hevur veruliga hjálpt mær í mínum tónleikalívi. Hansara máti at vera upp á og hansara lætta sinni, alt hevur gjørt, at eg veruliga havi funnið meg sjálvan í tónleikinum. Og var tað ikki fyri hann, hevði avgjørt eingin fløga verið komin, sigur Sølva Ford.

 

Tvær sólstrálur

Men hóast Sølva nú hevur endurfunnið Guð, so leggur hon dent á, at hann á ein ella annan hátt alla tíðina hevur verið har.

- Tað er mín kristintrúgv, sum á ein ella annan hátt hevur hjálpt mær gjøgnum lívið og teir trupulleikar, eg havi møtt á vegnum. Men tað er kortini bara hálvur sannleiki, tí um tað hevur verið Guðs vilji og hansara máti at hjálpt mær, tá ringast stóð til, veit eg ikki, men tá eg átti míni tvey børn, gjørdust tey eitt vendipunkt í lívinum, sigur Sølva.

Nýggja lívsgleðin hevur givið henni mót til nýggjar avbjóðingar, og nú er hon upptikin á kenda Berkeley College of Music í Boston, har so mæt tónleikanøvn sum Billy Joel og Nathalie Cole hava gingið – umframt føroyingin Bjarka Meitil.

Ì dag gongur Sølva nógv í Lívdina, og tað er hon ógvuliga glað fyri. Har fær hon sálarfrið, sum hon málber seg. Tað leiðir eisini tankarnar aftur á hennara bestu barnaminnir, nevniliga legurnar á Zarepta.

Sølva er eisini ivaleys í, hvat hon skal brúka restina av lívi sínum til. At hjálpa øðrum.

- Eg arbeiði á eldrasambýlinum í Kollafirði, har eg eisini búgvi. Og har havi eg lært, at eg skal arbeiða við eldri fólki, hjálpa teimum, sum eru verri fyri. Og tað samsvarar eisini væl við trúnna og tað, hon sigur um næstrakærleika, sigur Sølva Ford.

Sølva er í løtuni í Karibia og ferðast. Tað gjørdi hon av fyri langari tíð síðani. Og í mai fer hon yvir til Boston við soninum, sum í dag er átta ára gamal. 18-ára gamla dótturin gongur í Hoydølum og kemur ikki við.

Útbúgvingina, sum tekur fýra ár, ætlar hon at brúka í arbeiðinum at hjálpa eldru, sálarsjúkum og teimum veiku í samfelagnum sum heild.

Men hon gloymir ongantíð at takka Guði fyri tað, hann hevur gjørt fyri hana.

- Hevði eg ikki havt trúnna allan vegin, kundi eg veruliga verið komin út at skíta. Og hann gav mær eisini tvær sólstrálur í sváru tíðunum, tvær sólstrálur, sum veruliga eiga lívið í mær. Nú kann eg veruliga liva, sigur 36-ára gamla Sølva Ford at enda.

 

 

Sølva eitur Ford til eftirnavn, men tað er bara tí, at hon ikki hevur fingið upp í lag at broyta tað aftur síðani hjúnarskilnaðin. Men tað er eisini seinasta leivdin eftir gamla lívinum hjá henni