Landssjúkrahúsið
Nú má byggjast av nýggjum og tað arbeiðiuð byrjar longu manadagin.
Eisini Marin Vang, røktarfakligi stjórin á Landssjúkrahúsinum ásannar, og at semingsfundurin hóskvøldið við sjúkrasystrarnar á B 6var úrslitaleysur.
Hon sigur,at leiðslan hevði arbeiðssálarfrøðing við sær fyri at royna at vita, um tey ikki kundu semjast um onkur felags áhugamál, eitt nú at stýra sjúklingatilgongdina, røktartilgongdini ella til at fáa starvsfólkatalið at samsvara við arbeiðstyngdina. og fyri at avdúka, hvar tað gongur galið.
Men hon heldur ikki, at tað eydnaðist nakað serligt.
Sjúkrasystrarnar høvdu fingið freist til kl. 10 í gjáramorgunin at boða frá, um tær tóku uppsagnirnar aftur. Tað høvdu tær ikki gjørt kl. 9 58 og aðrastaðni í blaðnum, sigur álitisfólki á B 6, Ingun Gaardbo, at tað fara tær ikki at gera.
Gera nýggja deild
Verður tað úrslitið, fer leiðslan á landssjúkrahúsinum longu mánadagin undir arbeiðið at endurreisa B 6.
? Talan verður um eitt nýtt projekt, at B 6 skal byggjast uppaftur við tí endamálið at fáa eina vælvirkandi deild, sigur Marin Vang.
Samstundis vórða lysingar eftir nýggjum starvsfólki sendar út í gjár
Hvussu deildin fer at síggja út, ella, hvussu hon verður mannað, vil hon onki siga um enn.
? Men sjálvandi vilja vit hava dugnaligar sjúkrasystrar eisini, sigur hon.
Leiðslan á Landsjúkrahúsinum stendur annars fast við, at B 6 er líka væl mannað, sum líknandi deildir í Norðurlondum.
? Tað eru væl ongar deildir, sum líkjast akkurát. Men sambært formanninum fyri leiðandi sjúkrasystrar í Danmark er starvsfólkatalið á B 6 miðalhøgt samanborið við líknandi deildir aðrastaðni.
?Men á mediskinskum deildum runt um, eru 50-60 % av sjúklingunum tungir, røktarkrevjandi sjúklingar og tað er meiri enn á B 6, ella íhvussu so er ikki minni.
Marin Vang sigur, tó, at hetta skal takast við varsemi, tí ongar nágreiniligar mátingar eru gjørdar og deildirnar líkjast ikki akkurát, tó at heiliráðsdeildir hava nøkur felags eyðkennir og í miðal er arbeiðsbyrðan á B 6 helst ikki størri enn aðrastaðni.