Petur S. Johannessen
????????????????????
Fyrst nakrar viðmerkingar til landsfundin.
Eftir at hava verið á landsfundi hjá Sambandsflokkinum síðsta vikuskifti var nakað tosað um at loysa ósemjurnar innanborða og ikki í fjølmiðlunum, hetta skuldi tey fornermaðu, sum stungu Johan Dahl í ryggin og avskrivaðu hann, havt hugsað um. Sum øll vita, so løgdu tey fornermaðu saman ráð og gott stuðlað av fjølmiðlunum og løgmanni, fingu hesi fornermaðu koyrt Johan Dahl frá.
Men nú skal alt viðgerast innanborða og hyggjast má frameftir siga hesi fornermaðu. Meina tey, at vit fara at gloyma ta beistagerð, hesi hava gjørt ímóti tí umboð, sambandsveljarar í Suðuroy valdu at umboða okkara valdømi á tingi, virða hesi fornermaði okkum so lítið, tað sær tað út til, men eg skal minna hesi fornermaðu á, at vit koma at krevja okkara rætt og virðing aftur og koma vón-andi at seta tykkum so dyggiliga uppá pláss.
Nú vóni eg, at Sambandsflokkurin fer at taka trupulleikarnar í vantandi kappingaførinum hjá Suðuroynni upp sum skjótast, tað skyldar Sambandsflokkurin okkum so sanniliga, og Sambandsflokkurin má vísa, at hann veruliga vil loysa okkara trupulleikar og ikki fella í somu grøv, sum nógvir av hinum flokkunum, nevniliga at tað ongar gerðir eru aftan fyri orðini ella lyftini, men veruliga vísa, at Suðuroyggin eigur onkran góðan at líta á, og eitt tað fyrsta er eftir mínum tykki at vit fáa staðfest, um Smyril gevur hall ella avlop, tað gerst best við at frá 01 ? 01 ? 05 verður roknskapurin hjá Smyrli á Drelnesi og ikki í Tórshavn, vit mugu nú til at desentraliserða umsitingina, soleiðis at vit øll fáa ein bita av kakuni.
Nú mugu vit fáa at vita, um vit skulu verða verandi í Suðuroy, ella at tað eingin framtíð er til okkum her. Samgongan má taka støðu til hetta viðbrekna mál sum skjótast, um so er, mugu fortreytirnar tryggjast.