Næraberg fulla last

Stóri svartkjaftatrolarin Næraberg fór um hálvgum fýra tíðina í gjár fulllastaður norður gjøgnum Nólsoyarfjørð. Hann hevur 777 tons av surimi inni og 270 tons av mjøli.

 

Stóri svartkjaftatrolarin Næraberg fór um hálvgum fýra tíðina í gjár fulllastaður norður gjøgnum Nólsoyarfjørð. Hann hevur 777 tons av surimi inni og 270 tons av mjøli.

Næraberg hevur hendan túrin roynt á svartkjaftaleiðunum vestanfyri Írland. Bygjað verður at landa beinanvegin sum Næraberg kemur á Klakksvík. Skúlanæmingar plaga at landa Næraberg og teir fara eisini í dag. Í morgin fáa teir frí, so teir kunnu luttaka í landingini og vinna sær nøkur eyka oyru.

Fiskiskapurin hevur gingið væl hendan túrin, teir hava verið burtur í 34 dagar og tað verður roknað sum gott. Manningin telir 78 og harav eru fleiri kvinnur.


Klokkan er 15:19. Myndin er tikin, tá Næraberg fór skumandi norður gjøgnum Nólsoyarfjørð seinnapartin í dag