Nú skal netbankin heimaftur

Í hesum døgum verður nevnd sett at fáa greiði á, hvussu tað kann gerast

Nú skal neybankin, og aðrar KT skipanir hjá bankunum, flytast aftur á føroyskar hendur.

Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Løgtinginum í gjár.

 

Netbankin hevur verið nógv umrøddur, helst eftir at føroysku bankarnir ætlaåu at strika føroyska netbankan og fáa allar føroyingar upp í NemID.

 

Men tað elvdi til rok og úrslitið var, at bankarnir útsettu kravið um at fáa øll upp í NemID og ístaðin avtalaðu bankarnir og landsstýrið fyri einum ári síðani at seta eina nevnd lýsa fyrimunir og vansar við at hava netbankan í Føroyum.

 

- Men einki er hent, men ístaðin verða vit, hvørja ferð, vit fara á netbankan, mint á at fáa okkum NemId, staðfesti Bill Justinussen, tingmaður, og nú vil hann hava at vita frá løgmanni, hvat verður gjørt við málið.

 

Undanfarna samgongu setti ongantíð nevndararbeiðið í verk, soleiðis sum avtalað var, og higartil hevur heldur onki verið at frætt frá hesi samgonguni.

 

Men Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at nú er avger tikin um, at tað skal vera Vinnumálaráðið, sum skal hava ábyrgdina av økinum.  

 

Og landsstýrismaðurin í vinnumálum, er í ferð við at seta eina nevnd við fólki við serligari vitan á økinum. Hendan nevndin skal geva landsstýrinum eitt tilmæli um, hvussu Netbankin, og aðrar KT skipanir á hesum øki, verða verandi í Føroyum.

 

Endamálið er at menna føroyskar KT førleikar, skapa arbeiðspláss og menna tryggja grundleggjandi samfelagslig áhugamál, sigur løgmaður.