Miðbýarætlanin hjá Tórshavnar Býráð skal sálvandi eisini fevna um ein livandi og mennandi miðbýarskúla.
Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráði.
Tískil fer hon nú at heita á Tórshavnar Býráð um at samtykkja at seta eina nevnd at viðgera skúlabygnaðin við tí endamálið at skipa ein framtíðar miðbýarskúla. Nevndin skal eisini viðgera hvussu hesin miðbýarskúlin skal skipast, men tað skal gerast við atliti at hinum skúlunum í kommununi.
Helena Dam á Neystabø sigur, at nú farið verður at byggja nýggjan skúla á Fløtum, er løtan komin at viðgera spurningin um ein framtíðar miðbýarskúlan í Havn.
Tað eru annars ikki meiri enn eini fýra ár síðani, at Tórshavnar Býráð samtykti ein nýggjan skúlabygnað, men Helena Dam á Neystabø heldur, at Miðbýarætlanin hjá býráðnum skal sjálvandi eisini fevna um ein livandi og mennandi miðbýarskúla.
Tí heldur hon at býráðið eigur at seta ein arbeiðsbólk við umboðum frá skúlastýrunum í Havn at gera eitt tilmæli um, hvussu skúlabygnaðurin skal broytast, serliga við tí í hyggju at til at framtíðartryggja ein miðbýarskúla.
Hon sigur, at hetta er ein spurningur, hon hevur viðgjørt saman við skúlastýrinum fyri Sankta Frans Skúla.
- Á hesum fundi samdust vit um at seta arbeiðsbólk at viðgera Sankta Frans skúla og framtíðar miðbýarskúlan. Endamálið er at menna Sankta Frans skúla sum miðbýarskúla í Havn, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini.
- Til dømis varð umrøtt, at skúlabygningurin í Kongagøtu skal gerast ein partur av Sankta Frans Skúla.
Hon leggur afturat, at eisini onnur átrokandi og neyðug átøk vórðu umrødd, eins og serligar námsfrøðiligar ætlanir vórðu nevndar. Ætlanin var at skipa hetta arbeiðið í august í ár, men tað kann eins væl gerast beinan vegin, sigur Helena Dam á Neystabø.