Nú skulu »fiskimenn« eita »fiskifólk«

BBC heldur, at arbeiðsheiti skulu ikki kynsdiskriminera

Tað hevur skapt kjak, at bretska kringvarpið BBC hevur ásett nýggjar leiðreglur um eitt nú arbeiðsheiti. Tað hevur við sær, at arbeiðsheiti ikki skal innihalda kyn, uttan so at tað bert snýr seg um ávíst kyn.

Tí er BBC farið at brúka heitið »fiskifólk« um tað, sum oftast hevur verið nevnt »fiskimenn«. Sagt verður, at tað eisini finnast kvinnur innan fiskiskap, og tí skal arbeiðsheitið ikki vera diskriminerandi ímóti teimum. Á enskum skiftir BBC frá »fisherman« til »fisherpeople«.

Øll eru ikki fegin um broytingina. Kendi sjónvarpsverturin Piers Morgan, sum er ein av vertunum í sendingini »Good Morning Britain«, talaði í morgun harðliga at broytingini.

– Harragud, gevist nú, hetta er láturligt, segði hann og helt, at nú farið ov langt í málsliga javnstøðuarbeiðnum.

Kanning vísir, at 2,7 prosent av teimum, sum fiska í Bretlandi, eru kvinnur. Tí vil BBC brúka heitið »fiskifólk« frameftir.