Nú verður skjótt klárt hjá nevndini, sum skal endurskoða valskipanina, at fara til verka.
Formansskapurin hjá Løgtinginum hevði fund mánadagin og har vórðu 10 av teimum tilsamans 11 nevndarlimunum, valdir.
Tá ið Løgtingið herfyri viðgjørdi fleiri uppskot um at broyta valsskipanina aftur, endaði tað við eini bleytari millumloysn.
Í hesum sambandi samtykti Løgtingið at formansskapurin í Løgtinginum skuldi seta serkønan arbeiðsbólk at viðgera og lýsa øll viðkomandi fólkaræðislig og samfelagslig viðurskifti í vallógini. Samstundis skal nevndin fyrireika uppskot til nýggja løgtingsvallóg eftir teimum niðurstøðum, ið hon kemur fram til.
Arbeiðsbólkurin skal regluliga ráðføra seg regluliga við ein politiskan fylgibólk, sum
telur ein tinglim úr hvørjum flokki í tinginum, søgdu John Johannessen, Annita á Fríðriksmørk og Poul Michelsen, sum løgdu uppskotið fram og fingu tað samtykt.
- Hetta uppskotið snýr seg ikki um, antin Føroyar skulu verða verandi eitt valdømi, ella tað skal broytast til 5 ella 7 valdømi. Men Løgtingið metir, at tað er skilagott við einum slíkum arbeiðsbólki, sum kann endurskoða vallógina.
Fimm+seks
Í sjálvari nevndini skulu vera fimm limir og teir eru allir valdir.
Men so skal hvør flokkur á tingi eisini velja hvør sín lim í ein politiskan fylgibólk og har hava fimm flokkar valt sítt umboð.
Tað er bara Sambandsflokkurin, sum enn manglar at seta navn á sítt umboð í politiska fylgibólkin.
Annars skuldi tveir nevndarlimir veljast eftir tilmæli frá umsitingini hjá Løgtinginum og teir eru Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, og Petur Zachariassen, hagfrøðingur, sum hevur gjørt nógv við valskipanir.
Ein nevndarlimur skuldi veljast eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum og tað er Bárður Larsen, ráðgevandi løgfrøðingur í Kommunusamskipan Føroya.
Tveir nevndarlimir skuldu veljast eftir tilmæli frá Innlendismálaráðnum og teir eru
Hilmar Høgenni deildarstjóri í innlendisráðnum og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur og ráðgevari á løgmansskrivstovuni.
Annars skuldi hvør politiskur flokkur velja eitt umboð í ein politiskan fylgibólk.
Fólkaflokkurin hevur valt Jógvan á Lakjuni, Javnaðarflokkurin hevur valt John Johannessen, Sjálvstýrisflokkurin hevur valt Kára á Rógvi, Tjóðveldi valdi Heina O. Heinesen og Miðflokkurin valdi Jenis av Rana.
Sambandsflokkurin hevur ikki valt sítt umboð enn, men tað verður í næstum og tá er klárt hjá bólkinum at fara til verka.
Nevnin skipar seg sjálv, men formaðurin skal ikki hava tilknýti til Løgting ella landsstýrið.
Onki er ásett, nær nevndin skal verða liðug við arbeiði.