Gamalt var, at besta nátungatíðin var eina viku hvødju megin mánaðarskiftið august/september, men seinastu árini hevur sæð út til, at nátin er seinni á veg.
Nú eru vit ikki komin inn í seinastu vikuna av august enn, men nátin tykist fylgja gongdini seinnu árini við at sleppa berginum heldur seinni.
Bátar hava verið úti bæði fríggjadagin og í dag, men tað hevur hildnast illa enn. Fríggjadagin var ein nólsoyarbátur á Svínoynni, men tá hann kom norður, byrjaði hann at vinda, og tað blivu bara til 18.
Í dag hava einir tríggir bátar verið eystan fyri, men tað bar illa til. Einar 15 í part.
Men sum sagt, so eru vit ikki enn komin inn í seinastu vikuna av august enn, so tað man fara at roynast frægari í komandi viku.