Tá ið býráðsfundur var á Tvøroyri í gjárkvøldi, var eitt spildurnýtt andlit at síggja í býráðnum. Tað var Jónhild Midjord Nybo, sum stillaði upp á felagslistanum, og sum fekk 29 atkvøður, og sostatt er hon fyrstu varalimur hjá listanum. Hon tók sætið í býráðnum í gjár í tveimum málum, har býráðslimir tóku seg úr viðgerðini.
Í tí fyrra førinum tók hon sætið fyri Kristin Michelsen, borgarstjóra, sum ikki vildi vera við í viðgerðini, tá ið býráðið viðgjørdi umsóknina frá honum um at fáa loyvi til at verða borgarstjóri fulla tíð, samstundis sum at hann var løgtingsmaður. Í tí seinna førinum tók hon sæti fyri Alva Mortensen, sum fór av fundi, tí hann føldi seg ógegnigan í einum einum nevndarvali.
Jónhild Midjord Nybo er samstundis yngsti býráðslimur, sum hevur sitið í Tvøroyrar Býráð. Hon var 18 ár, tá ið býráðsvalið var, men síðani hevur hon havt føðingardag, so nú er hon 19.
Tey á Felagslistanum vænta, at boð verða eftir henni at taka sæti í býráðnum fleiri ferðir hetta valskeiðið.
Dagliga gongur Jonhild á studentaskúla í Suðuroy. Hon verður liðug í summar, og so er ætlanin at fáa sær eitt arbeiðið í eitt ár, ella so, ímeðan hon umhugsar støðuna.
Hon sigur, at hon hevur altíð havt áhugað fyri politikki, so tá ið hon fekk møguleika at stilla upp, tók hon av.