Nýtt
Fløgur
matchbox twenty
heiti: more than you think you are
skeringar: 12 + 1 videolag
plátufelag: melisma
dj bobo
heiti: visions
skeringar: 15
plátufelag: bmg berling musik
kelly rowland
heiti: simply deep
skeringar 14
plátufelag: sony musick
kashmir
heiti: zitilites
skeringar: 14
plátufelag: sony music
filmar
stuart little
høvuðsleiklutir: geena davis, hugh laurie og jonathan lipnicki
longd: 74 minuttir
prod. ár: 2002
tvey ár eru liðin síðani Stuart flutti inn hjá familjuni Little. Men sjálvt um Stuart stórtrívist, leingist honum eftir einum vini, sum er hansara egni. So tá ein særdur fuglur, sum eitur Margalo, brádliga lendir á bilinum hjá Stuart og fortelur, at hon er vorðin hótt av tí ónda Falcon, bjóðar Stuart henni at búgva hjá familjuni Little. Men tá Margalo hvørvur á ein løgnan hátt, fara Stuart og kettan Snowbell á eina vandamikla og spennandi ferð fyri at finna hana og loysa gátuna...
road to perdition
høvuðsleiklutir: tom hanks, paul newman og jude law
longd: 112 minuttir
prod. ár: 2002
Árið er 1931. Meðan depressiónin kastar langar skuggar yvir nógvar amerikanskar familjur, ræður at síggja til friður og lýðin ordan hjá familjuni Sullivan. Michael Sullivan (Tom Hanks) hevur at síggja til eina púra vanliga tilveru við konu síni og tveimum væl uppaldum synum ? men tað vakra heiðursmerkið hevur eisini eina myrka og blóðuga baksíðu. Í veruleikanum er Sullivan hitman fyri tann patriatiska gangastaran John Roony (Paul Newman), hvørs synir eisini eru við í arbeiðnum. Eitt púra vanligt kvøld á einum púra vanligum arbeiði gongur alt brádliga galið, og knappliga verða Sullivan og elsti sonur hansara kastaðir út á eina ferð ígjøgnum lond við einum ísakøldum samstarvsfelaga í hølunum
the bourne identity
høvuðsleiklutur: matt damon
longd: 114 minuttir
prod. ár: 2002
Hesin action-thrillarin er bygdur á altjóða bestseljaran hjá Robert Ludlum.
Jason Bourne (Matt Damon), sum er vorðin bjargaður við tveimum kúlum í rygginum hevur mist minni. Hann uppdagar skjótt, at hann verður noyddur at finna útav, hvør hann er fyri at yvirliva. Hann verður jagstraður av drápsmonnum í eini kapprenning ímóti íðini, samstundis, sum Bourne skjótt finnur útav, at hann hevur eitt dreparainstinkt...
scooby-doo
høvuðsleiklutir: freddie prinze jr., sarah michelle gellar, matthew lillard, linda carollini og rowan atkinson
longd: 83 minuttir
prod. ár: 2002
Jaiks! Tvey ár eftir, at ein innanhýsis ósemja noyddi Mystery Inc. til at lata hurðarnar aftur, verða Scooby-Doo og hansara løgnu detektiv-vinir Fred (Freddie Prinze Jr), Daphne (Sarah Michelle Gellar), Shaggy (Matthew Lillard) og Vela (Linda Cardellini hvør fyri seg kallað til Spooky Island fyri at kanna eina røð av yvirnáttúrligum hendingum í tí spildurnýggju undirhaldsparkini Spring Break.
Eigarin av Spooky Island, Emile Mondavarious, er bangin fyri at tað spøkir í undirhaldsparkini og roynir at fáa tey ungu saman aftur, so tey kunnu loysa gátuna, áðrenn tann yvirnáttúrligi loynidómurin ræðir allar gestirnar vekk.
Scooby og vinirnir noyðast, háost teir eru ósamdir, finna útav tí saman og gloyma alt, sum tey higartil vistu um følsk spøkilsi og løgnar verur fyri at loysa málið, bjarga sær sjálvum og kanska eisini restini av heiminum...