Nýtt gamalt frá Bob Dylan

Komandi tíðina verða bæði ein Bob Dylan-framsýning í Keypmannahavn, umframt at tvær fløgur við gomlum innspælingum verða endurútgivnar Framsýningin við Bob Dylan verður á Statens Museum for kunst í Keypmannahavn komandi dagarnar.

 

Tey, sum ikki eru í Danmark komandi dagarnar kunnu gleðast um, at tað kemur ein nýggj fløga í røðini ?Bootleg Series?, sum eru endurútgávur av sangunum hjá Bob Dylan.

 

Á komandi dupultfløguni verða 48 løg, og talan er um sangir, sum hann tók upp frá 1962-1964. Hesa tíðina var Bob Dylan fyrst í 20?unum og spældi akkustiskan gittara, munnharmoniku og klaver.

 

18. oktober kemur harumframt ein fløga út við heitinum ?Bob Dylan ? The Original Mono Recordings?. Hetta eru monoútgávur av teimum fyrstu átta lp?unum.