Nýtt pizzaria verður í miðbýnum

Niðri í Ímynd er rokan uppá lívið. Har verður nevniliga umvælt, tí har skal vera pizzaria ístaðin fyri lýsingarstova

 

MIÐBÝURIN

Annika Bech

???????????????



Tað er Regin Bláhamar, sum saman við konu sínari hevur keypt hølið frá Ímynd.

Meiningin var at lata upp tann 1. mai, men tað varð so av ongum, nú er so ætlanin at lata upp í seinasta lagi tann 1. juni, men væntandi eitt sindur áðrenn. Navnið fer at vera Pizzakjallarin.

Hetta er ikki ein matstova har ið til ber at sita inni og eta. Tað verður bert "take away", men hann fer at bera pizzair út. So um ein ikki orkar at ganga oman í Pizzakjallaran, ber tað til at fáa matin bornan beinleiðis inn í stovuna.

Fyri fyrst ætlar Regin "bert" at selja pizzair, pitabreyð og kips, og so sjálvandi eisini sodavatnir og tílíkt frá Føroya Bjór. Hann hevur allar tær útgerðir, ið nýtast skulu at gera burgarar við, men tað má tíðin fara at vísa, um hann fer at selja tað. Hann eigur pylsuvognin ið plagar at standa í Niels Finsens Gøtu hvørt vikuskiftið, og av tí fer hann heldur ikki at selja pylsur og tílíkt inni í Pizzakjallarinum. Opið fer at vera hvønn dag, frá kl. 11.00 - 23.00, men í vikuskiftunum verður tað opið nakað longur.

Regin fer sjálvur at gera pizzairnar, men hann fer at hava brúk fyri starvsfólki.

Hann hevur fyrr arbeitt í einum pizzaria, men at eiga tað sjálvur hevur leingi verið ein dreymur hjá honum. Sjálvandi fara vit at ynskja honum góða eydnu við tí, og gleða okkum til at royna hansara pizzair.