North Atlantic Talents er eitt nýtt samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og Danmark.
Tað er eitt samstarv, ið umfatar filmsframleiðsu v.m. Jákup Veyhe og Mikkjal Helmsdal eru partur av verkætlanini umboðandi Føroyar.
- Tað er eitt samstarv um filmstalent í útnorði. Vit fara m.a. at skráseta okkara økir og finna útav hvat mann kann menna, sigur Jákup Veyhe.
Talan er ikki fyrst og fremst at fáa filmar upptiknar í londunum, men fokusið er á sjálvt fólkið, ið framleiðir film.
- Tað vísir seg, at tá fólk koma saman og hittast, tá spyrst okkurt burturúr. Tí hugsa vit, at tað er upplagt at fólk úr hesum londum koma saman, soleiðis at vit kunnu framleiða ymiskt saman, sigur Jákup Veyhe.
Verkætlanin er á einum byrjanarstøði enn og tey hava t.d. ikki fingið nakra fígging enn, men tey fara frameftir at arbeiða við konkretum tiltøkum um samstørv, so sum at fáa filmar sendir í sjónvørpum í teim ymsu londunum.