Nýtt spæl um orðadrátt

Eitt nýtt borðspæl er komið í handlarnar. Talan er um spælið »Orðadráttur«, sum gongug út upp á at savna sær seks orð fyri at vinna spælið, og har tað er loyvt at ræna orð frá hinum spælarunum

BORÐSPÆL

 

Borðspælið, ið nú er komið á føroyskum og er virðislønt í nógvum londum runt um í heiminum, sigst vera ógvuliga læruríkt bæði í staving og orðum. Umframt at vera stuttligt og spennandi er tað við til at menna spælararnar í føroyska málinum.

Spælið gongur í stuttum út uppá, at hvør spælari roynir at seta seks orð saman, og loyvt er at ræna orð frá hvørjum øðrum við at broyta týdningin av orðinum. Um so er, at ein spælari setir eitt orð saman, sum hini ikki kennast við, er føroyska orðabókin dómari. Um orðið stendur í orðabókini, verður tað góðtikið. Stendur orðið ikki í orðabókini, verða brikkarnir lagdir á spælibrettið, og næsti eigur spælarin eigur leik.

Orð mótspælarans kann rænast við at broyta og við at seta ein ella fleiri stavir til orðið. Eitt spæliumfar av Orðadrátti kann gerast upp á ein hálvan tíma um so er, at spælt verður við klokku.

Hóast Orðadráttur júst er komið til Føroya, er spælið væl kent runt um í heiminum og hevur verið metsøluspæl í til dømis Kanada, USA og Noreg. Spælið hevur vunnið fleri virðislønir og fingið nógva góða umtalu.

Tað eru Pnina og Eyðun Dam í Kaldbak, sum geva spælið út á føroyskum. Fyribils fæst spælið í Rit og Rák og BR í Havn, men arbeitt verður at fáa tað í aðrar handlar úti um landið.