Í annaðkvøld, fríggjakvøldið 22. Juni, verður Náttin er Ung aftur í Havn.
Tað eru ungdómshúsini í Tórshavnar kommunu, sum skipað fyri tiltakinum.
Hesa ferð verður tiltakið í miðbýnum, tað vil siga í Margarinfabrikkini og í Tjóðpallinum.
Náttin er Ung er ætlað ungum í 7.,8. og 9. flokki. Tiltakið er frá kl. 21 01, og er ókeypis.
Nýggi ungi bólkurin úr Hoyvík, Frank og Frankar, fara at framføra í Tjóðpallinum og Dj Sunflower (myndin) og Vj vera í stórum telti á økinum uttanfyri Margarinfabrikkina.
Margarinfabrikkin verður hetta kvøldið ein partur av Náttin er Ung, men letur tó upp kl. 20.00.