Hondbóltur-menn
Tað var vorðið sum byrjan, ið Kyndil fekk, tá teir fyri viku síðani taptu fyri grannunum úr Neistanum. Árið í ár skuldi ætlandi nýtast at vinna seg upp aftur á ovastu røkurnar í føroyskum manshondbólti, men tapið Neistanum gav í øllum førum eina dyggiliga áminning um, at tingini ikki koma av sær sjálvum.
Mótstøðuliðið hesa ferð var StÍF, sum seinastu tvey árini hevur vunnið steypakappingina. Júst dystirnir millum StÍF og Kyndil hava ofta verið sera undirhaldandi, tí ofta síggja vit her tvey lið, sum leggja dentin á kvikan álopshondbólt.
Løgdu nógv fyri
Tað var skjótt greitt, at leikararnir hjá Kyndli í øllum førum høvdu lært av seinasta dystinum. Frá fyrsta bríksli sást, at menn vóru veruliga tendraðir. Eingin bóltur varð givin burtur uttan víðari, og tó at strandingar eisini fylgdu væl við, so var tað sum um, at Kyndil spakuliga vann sær eina yvirvág.
Tað gjørdi góðan mun, at Finnur Hansson nú eisini er við á grøna liðnum. Ikki minst tí skothóttanin frá honum í stóran mun avlastar Jacob Jónsson, og á høgra bakki gav Hanus Jensen í løtum dømi um, hví hann fyri 10 árum síðani varð mettur sum eitt hitt størsta talentið í føroyskum hondbólti. Skaðar gjørdu sítt til, at hetta ongan tíð varð gagnnýtt til fulnar, men kann hann spakuliga byggja víðari á tað, sum hann sýndi sunnudagin, er einki at ivast í, at Kyndil her hevur funnið ein av gimsteinum sínum aftur.
Jóhan steðgaði StÍF
Sum sagt, so var tað skjótt soleiðis, at Kyndil vann sær eina lítla yvirvág, men strandingar sleptu ongan tíð takinum. Eitt stutt skifti í fyrra hálvleiki var munurin fýra mál, men hetta minkað skjótt, og mest sum alla tíðina vóru bara eini tvey mál á muni.
Í løtunum eftir stegðin tóktist tað tó so, at strandingar høvdu hug at svara aftur. Eftir lítlari løtu høvdu teir vunnið seg fram um heimaliðið, og eina góða løtu fylgdust liðini, soleiðis at tað annað hvørt var eitt mál á muni ella javnleikur. Ferðin á spælinum hjá strandingum var øgilig hesa løtuna, og fleiri ferðir spældu teir seg púrasta leysar, men óluku tíð fyri teir hevur Kyndil í Johan Danielsen ein av bestu málverjunum í landinum, og hann sýndi sannan landsliðsklassa hesa løtuna, soleiðis at Kyndil ikki dragnaði afturúr.
Seianstu tíggju minuttirnar var tað tó Kyndil, sum sýndi, at stirðil er í leikarunum á liðnum. Við fýra málum á rað løgdu teir sjógv niður til StÍF, og so var alt í roynd og veru avgjørt. Strandingar royndu í seinastu álopunum at gera skjótt av, men tað hjálpti lítið, og fagnaðurin á teimum grønu var tí stórur, tá seinasta floytið ljóðaði úr hallarklokkuni. Eisini hóast teir beint áðrenn hetta høvdu fingið eitt óneyðugt reytt kort, tá Hanus Jensen í rennidyst við Arthur kom at traðka á skógvin hjá hesum, soleiðis at báðir leikararnir fóru bóltandi eftir vøllinum.
Spennandi lið
Sigurin hjá Kyndli inniber sjálvandi fyrst og fremst, at teir nú eru við aftur í kappingini. Kanska er enn ov stutt fráliðið til at siga, hvussu drúgvir kyndlarnir verða í ár, men í øllum førum vildi tað verið ein keðilig støða, um teir høvdu staðið við ongum stigi eftir tveir dystir.
Liðið tykist í ár hava eina sera spennandi samanseting við fleiri profilum, sum kunnu taka ábyrgd á seg, og at breiddin eisini tykist vera góð, er sessurin hjá Høgna Klein á beinkinum í øllum førum eitt gott dømi um.
Hóast tapið, so eigur eingin enn at avskriva strandingarnar í heiðursmerkjastríðnum, og tað er helst heldur ikki nakar, sum hevur. Traditionelt er tað soleiðis hjá StÍF, at úrtøkan er betri í seinnu kappingarhálvu, so í so máta er talan meira um upphiting nú í grundspælinum.
Liði hjá teimum hevur aftur í ár tilgongd av nøkrum spennandi ungum leikarum, og saman við sterku stammuni, sum liðið hevur, fara teir heilt víst at geva hinum liðunum í deildini ein skarpan gang, og so er tað eisini tað, at strandingarnir altíð eru til reiðar, tá veruliga stóru uppgávurnar standa fyri framman, so hvør veit. Kanska verður talan um eitt steypa-hattrick í ár.
Dysturin í tølum:
Kyndil-StÍF 31-27 (16-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Jacob Jónsson 9, Finnur Hansson 9(2), Hanus Jensen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Rúni Mohr 1, Janus Einar Sørensen 1, Høgni Klein 1, Heini Bendtsen 1
StÍF: Costin Dumitrescu 10, Kristjan Petursson 3, Arthur Johansen 3(1), Sveinur Justinussen 3, Janus Trúgvason 3, Andre F. Danielsen 3, Jón Rasmussen 2
Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 1
Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 4
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Kristian Johansen & Ingi Olsen. Tóktust til tíðir at hava ilt við at hava skil á spælinum.