Nú verður klárt hjá Varðanum á Tvøroyri at byggja út

Tvøroyrar Býráð hevur nú fingið undantaksloyvi frá Innlendismálum at víkja frá øllum tíðarfreistum í samandi við ætlanina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri at byggja frystigoymsluna út.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, fekk umsóknina um undantaksloyvi seinnapartin í gjár.

Tá ið byggisamtyktir skulu broytast, og stór samfelagslig ella vinnulig virði eru í vanda, hevur hann heimild at stytta allar tíðarfreistir niður í eina viku.

Og hann legðist ikki á boðini, tí longu klokkan 9 í morgun varð umsóknin avgreidd.

- Eg havi tikið grundgevingarnar hjá Tvøroyrar Býráð til eftirtektar og havi givið teimum undantaksloyvi til at víkja frá øllum tíðarfreistum, sigur Kári P. Højgaard.

Tvøroyrar Kommuna fer at brúka allan dagin í dag at kunna grannarnar hjá Varðanum um ætlanina at byggja út og so verður ætlanin løgd fram til almenna kunning.

Samstundis fáa møguligar kærur ikki steðgandi virknað.

Um eina viku verður ætlanin so send innlendismálaráðnum aftur, saman við tekningum av útbyggingini til endaliga góðkenning.

Tá verður umsóknin at byggja út, endaliga avgreitt.

Tað fer neyvan at taka drúgva tíð og sostatt er líkt til, at um eina góða viku verður klárt at fara undir sjálvt arbeiðið.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður sigur, at hann ivast ikki í, at hetta málið, sum varð rættiliga kensluborið, fer at enda sum ein sólskinssøga, sum allir partar kunnu góðtaka og liva við.

Les annars fleiri greinar niðanfyri um sama evni.