Nú verður lættari at koyra til millum nakrar bygdir

Elduvíkarvegurin, Kunoyarvegurin og Syðradalsvegurin eru niðurslitnir og verða tí asfalteraðir

Elduvíkarvegurin, Kunoyarvegurin og Syðradalsvegurin eru dømir um niðurslitnar vegir í Føroyum. Teir verða nú asfalteraðir, boðar Landsverk frá.

Asfaltið á Kunoyarvegnum, Elduvíkarvegnum og Syðradalsvegnum er gamalt og niðurslitið. Kunoyarvegurin var asfalteraður í 1988, og meginparturin av Elduvíkarvegnum er ikki asfalteraður síðani 1977.

Í ár verða hesir vegir endurasfalteraðir. Talan er fyrst og fremst um at bøta  vegirnar, og síðani asfaltera oman yvir við sprændum asfalti.

##med2##

Sprænt asfalt var nógv brúkt fyrr, og er væl egnað til vegir við minni ferðslu. Tá ræður um Kunoyarvegin, verður allur vegateinurin asfalteraður við spræniasfalti, meginparturin av Elduvíkarvegnum fær somuleiðis nýtt spræniasfalt, meðan partar av Syðrardalsvegnum verða asfalteraðir av nýggjum við heitum asfalti.

Orsøkin er, at hesin teinurin er so illa farin, at spræniasfalt ikki kann brúkast har. Øll asfaltarbeiðini verða gjørd nú í summar.

##med3##

Møtipláss við Funningsfjarðarvegin

Landsverk er somuleiðis farið undir at gera møtipláss við Funningsfjarðarvegin. Talan er um teinin frá frákoyringini Millum Fjarða til bygdina í Funningsfirði, har vegurin í støðum er ov smalur hjá bilum at møtast. Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum  at dagføra Funningsfjarðarvegin. Í ár eru 2,5 mió. krónur settar av til hetta arbeiðið. Seinni í ár verða umleið 400 metrar av vegateininum breiðkaðir.

Í Fugloy hevur Landsverk eisini umvælt bilverjuna oman móti bygdini á Kirkju. Bilverjan varð tikin av vindi í vetur, men er nú endurreist.