Jógvan er giftur við Katrini, dóttir tónlistamannin Jens Guttesen úr Havn, og tey eiga tríggjar synir, Jóannes, Janus og Ólav, sum eisini fylti ár tann 15. oktober. Hann er føddur á 45 ára degnum hjá pápanum.
Jógvan í Løðuni er útbúgvin radiomekanikari. Hann lærdi í Klaksvík og var fyrsti lærlingur hjá Marstein.
Undantikið nakrar túrar við Karin K hevur Jógvan arbeitt á Lorenstøðini á Eiði. Hann byrjaði í starvi hjá Farvandsvæsenet, sum tað eitur, tann 17. december 1962 og hevur sostatt verið í sama starvi í næstan 38 ár.
Tá hann hevði verið í starvinum í 25 ár, fekk hann »fortjentsmedalju« og gjørdist samstundis riddari av Dannebrog.
Tað, sum almenningurin í Føroyum mest kennir Jógvan fyri, er hansara luttøka í kommunalpolitikki.
Hann varð fyrstu ferð valdur í bygdarráðið á Eiði í á valinum í1966 og hevur sitið har síðan við undantaki av valskeiðinum 1976-1980. Tað skeiðið var hann tó kommunuskrivari, og hevur sostatt verið í kommunalpolitikki í meira enn 30 ár.
Í 1972 gjørdist hann stýrislimur í Føroya Kommunufelag, har hann í skiftandi skeiðum hevur verið formaður, og er tað í løtuni.
50 ár
Klæmint Weihe, stjóri í elfelagnum SEV, fylti 50 í gjár. Klæmint er sørvingur, men hann hevur megin partin av ævini búð í Havn. Sum SEV stjóri er hann ein av mest útskeldaðu persónum í landinum, men samstundis, so syrgir hann fyri, at streymur er hvørja ferð tú trýstir á eina kontakt og reglusemi í tænastuni hjá SEV er gott og álítandi hjá allarflestu føroyingum. Miðvísa og dugnaliga arbeiði hjá Klæmint Weihe seinastu mongu árini hevur borið frukt.
Meðan Klæmint hevur sitið sum stjóri á SEV, eru stórhendingar farnar fram í fyritøkuni, og hon hevur fylgt við tíðini.
Uttan at taka dagar í millum hvat er rætt og hvat er skeivt, so stendur tað fast, at SEV um stutta tíð sjálvt er ment at útvinna størra partin av orkuni úr vatnorku, sum er varandi orka og sum ikki dálkar umhvørvi. At hendan varandi orkan hevur ávirkað umhvørvið og skapt nýtt umhvørvi í Føroyum, er ein onnur søga.
Klæmint er ungur enn og spennandi verður, hvat hann fer at fáa av skafti næstu árini. Vindmyllur standa tættar allastaðni á evropeiska meginlandinum, og fíggjarligur vinningur fæst burturúr. Í Føroyum fer tráa vesturættin fúkandi fram við landinum dag og dagliga uttan at leggja eina krónu eftir seg av týdningi. Kanska hetta verður næsti setningurin hjá Klæminti.
Tillukku við degnum.
je
Stillar ikki upp aftur
41 ára gamli bygdarráðsformaðurin í Gøtu, Jógvan Gregersen, hevur avgjørt ikki at stilla upp aftur til bygdarráðsvalið. Hann hevur ikki stundir í løtuni at takast við kommunupolitikk. Eftir nýggju kommunulógini er tað ikki skylda at stilla upp aftur, um ein hevur sitið eitt skeið. Jógvan í gerandisdegnum virkisleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu og hann er eisini bóndi. Í frítíðini er hann virkin innan fótbólt og GÍ sjálvsagt.