Naddoddur er nú sleipaður til lands í Noreg

Seksæringurin, Naddoddur av Tvøroyri, sum holvdist undir landið í Noregi í gjárkvøldið, er nú sleipaður til lands í Måloy í Noregi.

 

Bátafelagið Naddoddur hevur lagt út myndir av seksæringinum Naddoddi, sum nú er sleipaður til lands.

 

Tað var eitt norskt sjóverjuskip, sum sleipaði Naddodd til lands. Hann varð tømdur fyri vatn og fingin upp á turt.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##