Sjóvinnudepilin hevur havt manningarnar á skipunum hjá Strandferðsluni til trygdarskeið á Tvøroyri. Sum útgangstøði verður roynt at hava skeiðini umborð ella nærhendis skipunum, og ikki t.d. í skúlastovum. Skeiðini hava verið á Tvøroyri og øll útgerð var umborð á Smyrli. Men nógv praktiskt er viðvíkjandi slíkum skeiðum, nógv útgerð, og síðani var farið á sonevndu Hvítanesbrúnna á Tvøroyri.
Men so varð víst til Helga Enni og Bátafelagið Naddodd og neyst teirra. Har hevur Sjóvinnudepilin notið góðar umstøður. Kynt var í ovninum, og so komu skeiðsluttakarar til heit høli, heitt kaffi og góðar umstøður at skifta og spula og turka draktirnar. Nú var ikki longur talan um kaldar skeiðsluttakarar og vátar draktir at frakta aftur til Havnar.
7 skeið hava verið, og sum nakað eyka, so hava 40 fólk fingið fingið lut í tí, at tyrlan tvær ferðir hevur verið partur av skeiðunum.
Nú liðugt er við skeiðunum á hesum sinni, vildi Sjóvinnudepilin fegin vísa sína tøkk til Bátafelagið Naddodd, sigur Lassi Borðoy frá Sjóvinnudeplinum.
Og hóskvøldið hittust manning frá Naddoddi og manning frá Sjóvinnudeplinum í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, har Lassi Borðoy handaði Helga Enni frá Bátafelagnum Naddoddi ein gávukekk á 10.000 krónur.
Um ynski framyvir er um at hava trygdarskeið á Tvøroyri, so er ongin forðing fyri hesum, eru báðir partar samdir um.