Næstan 20.000 mans er flýddir undan herskyldu í Ukraina

Bretska BBC sigur, at 20.000 mans eru flýddir síðani kríggið bryjaði. Yvir 21.000 hava roynt at flýggja

 

Næstan 20.000 mans eru flýddur úr Ukraina síðani kríggið byrjaði, tí teir vilja sleppa undan at verða innkallaðir til hertænastu, skrivar BBC í dag. 

Kríggið byrjaði 24. februar í fjør.

Nakrir hava svomið um vandamiklar áir fyri at sleppa úr landinum, meðan aðrir eru flýddir í myrkri.

Aðrir, 21.113 hava roynt at flýggja, men eru fangaðir av ukrainskum myndugleikum. Hetta talið verður váttað av myndugleikunum í Kyiv. 

Eftir russisku innrásina fingu allir ukrainskir menn millum 18 og 60 ár forbboð ímóti at fara av landinum. Men data, sum BBC hevur fingið fatur á, vísir, at »tíggjutals menn dagliga flýggja út úr Ukraina«.

Teir eru farnir uttanlands at vera saman við familju, fyri at lesa ella fyri at tjena pengar.

BBC hevur við innsavnaðum dátum yvir ólógligar ferðir um markið til grannalondini Rumenia, Moldova, Pólland, Ungarn og Slovakia staðfest, at 19.740 mans ólógliga eru farnir um markið til hesi lond frá februar í 2022 fram til 31. august í ár.

/ritzau/