Tað eru næstan eingir føroyingar, sum eru arbeiðsleysir. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysið. Uppgerðin vísir, at í apríl í ár var arbeiðsloysið bara 1,5 prosent og tað verður heldur mett, sum at tað er trot á arbeiðsmegi.
Sostatt er arbeiðsloysið minkað aftur, eftir at tað kvinkaði eitt lítið sindur upp eftir aftur fyrr í ár, men tó var tað ikki meiri enn 1,6 prosent. Annars fekk samfelagið ein hvøkk, tá ið korona fór at herja, tí áðrenn tá var tað heilt niðri á 0,9 prosentum.
Men korona fekk ikki stórvegis avleiðingar fyri arbeiðsloysið, tí tað hækkaði bara upp í 1,8 prosent, sum framvegis er sera lágt og síðani er tað alsamt minkað aftur. Fram ímóti ársenda í fjør tá ið tað var tað 1,3 prosent, men kvinkaði seg upp á 1,6 prosent, áðrenn tað legði seg á 1,5 prosent í apríl. Tað merkir, at apríl vóru tað 439 fólk í Føroyum, sum fingu arbeiðsloysisstuðul.