Á heysti 1995: Lance Armstrong fer undir samstarv við umstrídda italska læknan, Michele Ferrari
27. oktober 1996: Sjúkur av krabbameini viðgongur Armstrong fyri tveimum læknum, at hann hevur brúkt ólóglig, stimbrandi evni
Á sumri 1998: Í bókini »L.A. Confidential« fortelur vøddamýkjarin hjá Armstrong, Emma O’Reilly, um ein posa við sproytum, hann vildi hava hana at beina burtur fyri seg
Mai 1999: Armstrong skal hava biðið O’Reilly koyrt til Spania eftir einum glasi av tablettum til sín
4. juli 1999: Ein dopingroynd eftir fyrstu etapu í Tour de France vísir spor av einum forbodnum evni, syntetiskum kortikosteroidi, men ov lítið av evninum er í royndini, til at hetta verður roknað sum ein positiv dopingroynd
Juli 1999: Tá bar ikki til at finna EPO í landinum, men fleiri landroyndir frá Armstrong undir Tour de France hetta árið vórðu frystar niður, og tá tær blivu kannaðar aftur í 2004, varð EPO funnið í seks av royndunum
Juni 2001: Floyd Landis fortelur í samrøðu við The Wall Street Journal, at Lance Armstrong hevði eina positiva dopingroynd í eini kapping í Sveits, men at Armstrong og liðleiðarin, Johan Bruyneel, rindaðu einum umboði fyri altjóða súkklusamstarvið, so hesin fjaldi positivu EPO-royndina
Juni 2002: Sambært Landis, so fær hann ein pakka við testosterontablettum frá Armstrong
2003: Landis vil vera við, at hann hevur fingið dopingevni frá Armstrong, og eisini sigur hann seg hava ansað eftir einum køliskápi, sum stóð inni í einum klædnaskápi í íbúðini hjá Armstrong í spanska Girona. Í skápinum var blóð frá bæði Landis, Armstrong og George Hincapie
Mars 2004: Aftur vil Landis vera við, at einar 60 súkklur, sum liðið hjá Armstrong hevði fingið frá Trek, blivu seldar, tí tær skuldu fíggja dopingina hjá liðnum
12. juli 2004: Landis sigur seg hava sæð, at bæði Lance Armstrong og aðrir súkklarar á liðnum fingu blóð í einum egnum rúmi á gistingarhúsinum, sum var fullkomuliga avbyrgt. Roykvarnararnir vóru sløktir og klisturband var fyri lyklarholið í hurðini
Juli 2004: Eisini er tað Landis, ið fortelur, at bussurin hjá US Postal-liðnum steðgaði í ein hálvan tíma á einum avvegis fjallavegi undir Tour de France, so alt liðið av súkklarum, Lance Armstrong íroknaður, kundi fáa blóð í ein tíma