Nalja á rundari fløgu

Í samband við, at Nalja fyllir runt, er nógv eftirspurda útgávan komin út aftur, nú sum fløga og við einum nýggjum lag í viðbót.

Men ikki bara Nalja fyllir runt.

Kári fyllir 30 og Elin fyllir 40, so talan er um sera rundan dag, nú útgávan aftur er at fáa - á rundari fløgu.

Tey, sum longu eiga bandið, og eru góð við løgini, kunnu gleðast um, at nú ber til skifta keðiliga og ullinta ljóðið á bandinum út við betri ljóðgóðsku, ið veitir løgunum røttu sømdirnar.


Klassikari

Tey, ið ongantíð ognaðu sær Nalju, hava nú aftur møguleikan. Hesin klassikarin í føroysku poppsøguni varð útseldur hálvtannað ár eftir, at bandið kom út.

Tí er tað gleðiligt, at plátufelagið TUTL hevur gjørt av at senda Nalju aftur á marknaðin, so vit aftur kunnu skrála við, tá "Á tann deiliga Havn.." ljóðar. Nú enntá úr fløguspælaranum.

Men á fløguni er ikki bara ólavsøkusangurin. Eisini ber til at tralla "...eg verði púra ø-ø-ø-ø-ør" og at droyma afturvið "Einum dýpi av dýrari tíð".


Heimlongsul

Og so er tað jú eisini nýggja lagið "Heimlongsul", ið óivað er aktuelt fyri Nalju-limirnar, ið bæði eru búðsitandi í Danmark, eins og hópurin av landsmonnum. Eitt lag, ið snýr seg um, hvussu Føroyar drega tey, ið fara burtur, til sín - serliga á sumri.

Elin Heinesen og Kári Jacobsen stóðu sjálvi fyri orðum og løgum, tá bandi kom í 1988. Tó eigur pápi Elina, Jens Pauli Heinesen yrkingina "Eitt dýpi av dýrari tíð".

Elin og Kári stóðu eisini fyri røddum og ljóðførum, men aðrir tónleikarar høvdu eisini leiklut. Óli Poulsen var hollur stuðul og hann setir vanliga síni fingramerki. Hann spældi nøkur av ljóðførunum og miksaði.

Á nýggja lagnum, ið Elin eigur orðini til og Kári lagið, hevur Kári, ið er dugnaligur orð- og tónasmiður og eisini dugir at trýsta á knøttarnar á pultinum, miksað saman við Jacob Duus.


Øðrvísi og nýmótans poppklassikari

Fløguhúsin er einfaldur, snøggur og ikki teimum báðum ólíkt, ber hann brá av at vera øðrvísi og nýmótans.

Myndir av teimum báðum eru at síggja, meðan tey av øllum alvi royna at halda tekstunum, so lurtarin kann fylgja við.

Fløgan, ein poppklassikari, kostar bert 139 krónur og fæst í øllum plátubúðum, har føroyskar fløgur annars verða seldar.