NAMMCO fund í Grønlandi

NAMMCO hevur í hesum døgum fund í Grønlandi. Norðuratlans-felagsskapurin fyri havsúgdjór, NAMMCO, hevur rætt til at yvirtaka mynduleikan, at áseta kvotu á stórhvali, soleiðis sum Grønland hevur mælt til, skrivar KNR.

- Tað kann vera skilagott, at vit áseta kvoturnar. Men spurningurin er um tað letur seg gera politiskt, sigur forkvinnan, Kate Sanderson.

- Nú fáa vit at síggja hvussu langt vit koma á fundinum. IWC er ein stórur alttjóða felagsskapur, men vit halda at rættast er, at tað eru vit, sum áseta kvotuna.

- Tað er her í Norðuratlanshavinum at hvalur og kópur heldur til, tí halda vit tað vera rættast, at fara frá alttjóða ásetingum og ístaðin lata okkum áseta kvotuna, segði formaðurin í NAMMCO, Kate Sanderson, á fundinum í Sisimiut.