Jóhanna Fossdalsá Sørensen var við í hópinum, men slapp ikki á vøllin, tá Danmark í bólki 4 í Nations League deild A skuldi spæla ein sera avgerandi dyst móti Svøríki á Strawberry Arena leikvøllinum í Stokkhólmi. Talan er um sama vøll, har liðið hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm spælir sínar heimadystir.
Jóhanna mátti frá beinkinum síggja sínar liðfelagar tapa heili 1-6 fyri Svøríki. Longu aftaná 11 minuttir var Svøríki á odda 3-0. Svøríki var á odda 4-1 í steðginum.
Í sama bólki vann Italia 4-1 (4-0) á Wales á útivølli. Sostatt endaði Danmark á triðja plássinum við níggju stigum. Svøríki vann bólkin við 12 stigum, og Italia gjørdist nummar tvey við 10 stigum. Wales endaði aftast við tveimum stigum.
Hetta merkir, at Danmark má spæla dystir um at sleppa undan at flyta niður í deild B. Tað var ikki júst málið undan ferðini til Svøríkis.
Tá Danmark á heimavølli vann 1-0 (0-0) á Wales farna fríggjakvøld var Jóhanna á vøllinum teir seinastu 20 minuttirnar av dystinum.