Blaðútgáva
Í summar samtyktu Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið at fara undir felags blaðútgávu.
Í sambandi við útgávuna skipaðu feløgini fyri kapping, sum hevði til endamáls at finna blaðnum eitt hóskandi navn, sum kann umboða samleikan hjá báðum feløgunum.
Freistin at koma við uppskotum var úti 18. august, og tá høvdu feløgini fingið tilsamans 18 uppskot.
Feløgini siga, at fleiri av uppskotunum vóru góð, men best dámdi teimum uppskotið hjá Sjúrða Heinesen, sum soleiðis fekk virðislønina á 15.000 krónur fyri navnið Mið & Magn.
- Talan er um tvey ymisk yrki, sum feløgini umboða, og eg havi roynt at finna eitt heiti fyri hvørt yrki og havi síðan sett tey saman.
Sjúrður Heinesen sigur við heimasíðuna hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, at nógv ymisk heiti kundu verið til eitt slíkt felagsblað, men at hann í leitanini eftir rætta navninum eisini hevur roynt at funnið orð, sum eru løtt at siga.
Betri umboðan
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at enn er alt ikki komið endaliga upp á pláss við nýggja felagsblaðnum, men gongst sum ætlað verður fyrsta útgávan í hesum árinum.
- Ætlanin er, at Mið & Magn skal koma út einar fýra ferðir um árið og blaðið, sum helst verður í A4 stødd, fer í fyrsta lagi at viðgera fakfelagsviðurskifti, sum hava við virkisøkið hjá báðum feløgunum at gera.
Formaðurin í FNS heldur, at hetta er eitt økið, sum verandi fjølmiðlar gera ov lítið burtur úr.
- Onkur fer at hava innihaldsligu ábyrgdina av blaðnum, og teknisku ábyrgdini fer Snæbjørn í Dali at taka sær av.
Snæbjørn tekur sær frammanundan av heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag www.fsn.fo , eins og hann tekur sær av bløðum hjá onkrum øðrum feløgum eisini.
Útbreiðslan
- Ætlanin er ikki, at vit, sum umboða FSN og Maskinmeistarafelagið, skulu vera bundin av at útvega regluligt tilfar til blaðið, men vit fara kortini at lýsa sjónarmið, sum feløgini hava til ymisk mál, sum eru frammi.
Umframt at viðgera fakfelagsviðurskifti innan virkisøkið hjá báðum feløgunum, sigur Eyðstein Djurhuus, at ætlanin eisini er at kunna um ymisk viðurskifti uttan úr heimi.
- Ætlanin er, at limirnir í feløgunum skulu fáa blaðið, eins og innihaldið ætlandi fer at liggja á heimasíðunum hjá feløgunum. Hvussu útbreiðslan annars verður, hava vit ikki tikið endaliga støðu til enn, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.