Arbeiðið við samkomuhølunum hjá Nebo á Toftum fer nú í gongd aftur eftir ein summarsteðg. Leivur á Torkilsheyggi er við í elstaráðnum í Nebo, og hann er væl nøgdur við gondina higartil.
- Mestsum alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið av fólkunum í samkomuni. Onkuntíð kemur onkur uttanifrá at taka hond um, og tað eru vit takksom fyri. Vit eru býtt upp í tvey toymi og arbeiða aðru hvørja viku uppá skift. Um alt gongur væl, verður nýggi bygningurin liðugur um eitt ár, sigur Leivur.
Arbeiðið við nýggja bygninginum byrjaði fyri fýra árum síðani. Tað eru um 60-70 fólk, sum ganga í Nebo. Núverandi høli eru alt ov lítil, og tí læna tey onkuntíð gamla skúlan til møtir.