4. september kemur ein sjáldsom bók í handlarnar, lívssøgan hjá Lars Larsen-Ledet (1881-1958). Ein lýsing av einum tí mest umrødda dana, bæði í egnum landi og úti í heimi. Tað var maðurin, sum meira og minni stóð aftanfyri herferðina á sinni, tá USA varð turrlagt, fekk rúsdrekkaforboð.
At geva eina lýsing av hesum stórmenni er mestsum ovboðið; tað er helst av røttum sagt, at eingin megnaði at tippa Larsen-Ledet, hann var suverenur, á røðarapalli, í kjaki ella á skrift.
Lars Larsen-Ledet var fremst fráhaldsmaðurin, ið megnaði at seta fólkið upp móti ráðandi valdinum við hvøssu argumentatiónum sínum, sum eldur fór boðskapur hansara gjøgnum samfelagið alt, hann megnaði at turrleggja flestu sóknirnar í Jútlandi.
Hann gav út og stjórnaði dagblaðið AFHOLDSDAGBLADET, som kom allar yrkadagar og varð lisið um alt landið, blaðið kom út í árunum 1906-1940; einsamallur útgevari var Larsen-Ledet frá 1945. Tað verður sagt um Lars Larsen-Ledet, at hann var tann einasti, sum veruliga kundi siga karráða alkoholkapitalinum sannleikan, hann setti teimum grá hár í høvdið.
Sum útbúgvin blaðmaður virkaði hann á so mongum øki. Og evnini at skriva vóru framúr, hartil var hann arbeiðssamur sum fáur, frá morgni snimma av til síðla á kvøldi.
Lars Larsen-Ledet var ein stovnarin av Radikala flokkinum, stovnari av Dansk Journalistforbund, pasifistur var hann burturav og republikanari.
Maðurin, sum talaði »Roma mitt imot« var hvassorðaður, tá hann helt tað vera neyðugt, tað var hann, sum stuðlaði málinum, so kvinnurnar fingu valrætt í 1915, tað var hann sum ávirkaði lóggávuna um herskyldu, so frávikið eftir amerikanskum mynstri um rættin at nokta herskyldu varð tikið upp í donsku herskyldulógina.
Tá Danmark Radio í 1925 fór undir regluligu sendingar sínar, var Lars Larsen-Ledet ein hin fyrsti, teir buðu til mikrofonina, og til deyðadag sín í 1958 var hann populera røddin í útvarpinum; alkoholmálið var tað, hann var mest kendur fyri. Eisini var hann bókaummælari og maðurin aftanfyri barnatíman. Langt áðrenn nakar hevði ánilsi um hvat fyribrigdið barnatími í útvarpinum var.
Hopin av »artigum« søgum eru í hesi spennandi bók sum sýna myndina av manninum, sum øll kendu av navni, høvdu lisið um ella hoyrt í útvarpinum. Hann var nógv brúktur at halda fyrilestrar. Hann brúkti ikki manuskript tey nógvu fyrstu árini, men seinni árini varð kravt, at manuskript skuldi vera til allar fyrilestrar.
Rættuliga lýsandi, hugvekjandi og ikki sørt undirhaldandi lestur. Tey, sum vilja vita meira um kringumstøðurnar, sum hava skapt samfeløgini, vit í dag meira og minni hava tikið eftir, og eru ein partur av. Tú fært hópin av søguligum fakta, sum rættiliga lýsa viðurskifti árunum eftir fyrra heimsbardaga undan seinna heimsbardaganum.
Jacob Haugaard hevur eftirskrift í bókini, og sigur m.a.: »Bogen um Larsen-Ledet er også en fin historiebog, der fortæller om hvordan Det Radikale Venstre blev dannet på skuffelsen over, at Venstre bare faldt til patten og kom til at stå for det stik modsatte af, hvad de var valgt til Folketinget på. Den fortæller også, hvordan Larsen-Ledet forlod Det Radikale Venstre fordi partiet gradvist begyndte at acceptere sprut og krig. Dette er meget lig situationen i dag, hvor ingen politiske partier bliver dikteret af holdninger, men tilsyneladende altid af bitter nedvendighed for det højt besungne flertal, de hellige alliancer eller finanserne. Eller med Larsen-Ledets egne ord: »Jeg er ikke politisk luderkarl«.
Henning Sørensen, Grenå, fyrrv. SF býráðslimur hevur lagt bókina úr hondum, hann er landsformaður fyri Danmarks Afholdsforening. Henning Sørensen er íðin pennur í dagsins kjaki. Kirkjuráðslimur hevur hann verið í 19 ár og hevur givið út bøkurnar:
Kristentro og konsekvenser 1986
Fra mit livs skraldespand 1993.
Bókin kostar 228,- kr. Útgevari er Forlaget Hovedland.