Neistin dró longra stráðið

Við samlaðum 56-55-sigri ímóti VÍF hava tær úr Neistanum spælt seg í steypafinaluna.

Seinna steypahálvfinalan ímillum kvinnuliðini hjá VÍF og Neistanum var í høllini í Vestmanna í kvøld. Neistin hevði vunnið sær lítlan mun eftir at tær vunnu fyrra dystin í høllini á Hálsi 28-27.


Tað var heimaliðið VÍF, sum kom best frá byrjan og skjótt kom á odda 3-0 og 5-2. Neistin vann seg upp á javnt 5-5, men tá beit VÍF aftur frá sær og kom á odda 10-6. Neistin stríddist væl og tað eydnaðist teimum at vinna seg upp aftur á javnt 12-12 og síðani 14-14, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. Milica Rankovic skaraði framúr í fyrra hálvleiki og skeyt heili átta mál fyri Neistan.


Í seinna hálvleiki var dysturin sjáldsama javnur. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men málmunurin gjørdist ikki meiri enn tað eina málið fyrr enn umleið átta minuttir vóru eftir, tá ið VÍF legði seg á odda 26-24. Beint frammanundan varð lyklaleikarin hjá Neistanum, Milica Rankovic, sum tá hevði skotið heili 11 mál, hjálpt av vøllinum við skaða.


Tað eydnaðist Neistanum at javna til 28-28 ein góðan minutt áðrenn leiklok, og tað merkti, at VÍF vegna regluna um útivallarmál varð noytt til at vinna dystin við tveimum málum, um tær skuldu koma í steypafinaluna. Eftir drúgt og úrslitaleyst VÍF-álop máttu tær úr vestmanna ásanna, at tær gjørdist júst ov stuttar og við 28-28-javnleiki í kvøld og samlaðum 56-55-sigri er tað Neistin, sum hevur spælt seg í steypafinaluna.