Neistin vann mikukvøldið á Tjaldri í høllini í Runavík. Talan var ikki um nakran sannførandi sigur, men havnarliðið gjørdi sína skyldu.
Neistin skuldi reisa seg eftir tapið í steypafinaluni leygardagin, og tað megnaðu neistamenn.
Havnarliðið var greiður favorittur undan dystinum, og hóast sigurin bara var fimm mál, so vóru stigini ongantíð veruliga í vanda.
Áki Mørk og Kári Mortensen, ið ikki fingu glið á spælið móti StÍF, vóru toppskjúttar hjá Neistanum
Dysturin í tølum
Tjaldur-Neistin 24-29 (11-16)
Tjaldur: Zoran Sarpevic 5(1), Arnfinn Langgaard 4, Dragisa Stojovic 4, Sverri Justinussen 3, Svein í Heiðinum 3, Tummas Magnussen 2, Dan Thorleifsson 2, Hartvig Joensen 1.
Neistin: Áki Mørk 8, Kári Mortensen 7, Heini Joensen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 5(3), Ári Rouch 2, Jacob Jónsson 1.
Útvísingar: Tjaldur 3, Neistin 3
Brotskøst: Tjaldur 2, Neistin 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Hannis Wardum.