Neistin hevði ongar trupulleikar

Hóast tær ikki hava eins nógv at stríðst fyri sum flestu av hinum liðunum, so hevði Neistin ikki nakrar trupulleikar yvir høvur av StÍF í dag.

Fyrsta korterið gekk rímiliga javnt á, men so leyp Neistin brádliga avstað, og spenningurin kom ongan tíð eftir hetta.

 

Fyri heimaliðið skeyt Rebekka Justinussen 10 mál. Rakul Augustinussen skeyt 8 mál fyri Neistan.

 

StÍF-Neistin 24-34 (12-18)