Neistin í Vági í dag

VB og Neistin spæla í dag seinna dystin sínamillum í endaspælinum í hondbólti.

Leingi sá út til, at hesin dysturin fór at verða avgerandi fyri stríðið um at røkka FM-finaluni, men tann spenningurin er ikki heilt tann sami.

VB hevur í løtuni nógv tey betru kortini at røkka finaluni, og vinna tær í dag, er plássið mest sum púrasta vist.

Og hóast talan skuldi verið um tap, so sita tær í Vági framvegis við bestu kortunum í tí stríðnum.

Dysturin í Vági byrjar klokkan 19.