NEVZA U19 - Føroyar hava vunnið seg í finaluna

Føroyar vunnu greiðan sigur á Onglandi

Mynd: FBF

FBF skrivar á facebookvanga sínum:

 

Føroysku U19 kvinnurnar leiktu seg í finaluna

 

Ongland - Føroyar 0-3 (10-25, 13-25, 15-25)

 

Talan var um ein rættuliga greiðan sigur, sum ongantíð var í vanda.

 

Føroysku U19 kvinnurnar vunnu í kvøld ein sannførandi sigur á Onglandi. Talan er um annan sigurin í dag, og sostatt hava ungu føroysku kvinnurnar 6 stig fyri tveir dystir. Tær enda sostatt í minsta lagi á øðrum plássi í innleiðandi kappingi og hava sostatt longu vunnið seg í finaluna.

 

Danmark hevur eisini vunnið sínar báðar dystir. Tí verður dysturin í morgin ímillum Føroyar og Danmark avgerðandi fyri, hvør verður nr. 1 og nr. 2 í innleiðandi bólkinum. Hesin dysturin verður leiktur kl. 12.00 í morgin. Væntast kann, at bæði liðini fara at lata leikarar, sum annars ikki hava fingið so nógva leiktíð, vera meira á vøllinum í morgin.

 

Finalan verður sunnudagin kl. 15.00. Skrivar FBF.

 

Dysturin í tølum: https://fbf-web.dataproject.com/MatchStatistics.aspx...

 

Mynd: FBF