Fiskivinna
Tey fyrstu línuskipini eru nú løgd og loysa ikki aftur, fyrr enn umstøðurnar vónandi gerast betri aftur. Fiskiskapurin higartil í ár hevur verið vánaligur, og serliga prísirnir á hýsu eru søguliga lágir, nú so fáir keyparar eru til hýsuna í Føroyum.
Tað var tann tíð, tá hýsa lítlan og ongan prís hevði. Men síðan vit fyri nógvum árum síðan fingu fleiri og fleiri fiskavirkir á landi, sum fóru at virka dýrar vørur burtur úr hesum fiskaslagi, fekk hýsa, sum tann góði fiskur hon er, eisini sín prís, tó at fiskaprísir altíð vilja vera skiftandi.
Síðan fiskavirkið í Miðvági læt aftur, Kósavirkið í Klaksvík fór í gjaldssteðg og minkandi virksemi hevur verið á Norðís Seafood á Eiði, hevur eftirspurningurin eftir hýsu í Føroyum eisini verið minkandi.
Hetta hevur so aftur gingið álvarsliga útyvir hýsuprísin, sum nú er søguliga lágur.
Okkurt má gerast
Jóhannus M. Olsen, formaður í Felagnum Línuskipum og reiðari á línuskipunum, Eysturoyingi, Sigmundi, Morgunstjørnuni og Mascot, sigur, at Eysturoyingur er lagdur, tí tað loysir seg ikki at hava skipið siglandi, soleiðis sum gongdin er.
Seinastu tíðina hevur línuskipið Thomas Nygaard eisini ligið í Søldarfirði, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á reiðaranum, Háldani Haldansen í Vestmanna fyri at fregnast um støðuna.
- Jú, tað stendur rættiliga á gomlum nøglum hjá okkum nú. Tí er avgerandi neyðugt, at myndugleikarnir tryggja okkum so fríar teymar sum gjørligt at selja veiðina, har mest kann fáast fyri hana. Hetta hevur ongantíð verið so neyðugt sum nú, um línuflotin skal hóra undan kreppuni.
Jóhannus vísir á, at nú so fáir keyparar eru til hýsu í Føroyum, er eingin meining í verandi forðingum um eitt nú 25% hámark fyri sølu uttanlands.
Hann heldur eisini, at treytin um sølu um góðkenda uppboðssølu, áðrenn fiskurin kann seljast av landinum, eisini er ein óneyðug forðing í tíðum sum hesum.
- Neyðugt er, at vit sleppa undan hesum bindingum, soleiðis at átøk kunnu skipast við tí endamáli at fáa mest møguligt fyri línufiskin.
Stóran týdning
Formaðurin í Línuskipum leggur dent á, at Fiskamarknaður Føroya hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri línubátarnar.
- Sjálvandi fara vit ikki at gevast at selja um uppboðssøluna, men soleiðis sum støðan er í løtuni, hevði tað tænt okkum best, um vit vóru púra frítt stillaðir.
Jóhannus M. Olsen mælir tí politiska myndugleikanum til at taka burtur tær forðingar og bindingar, ið eru fyri fríari sølu av línufiski.
- Fyri okkum hevði tað verið ein fyrimunur í løtuni, um myndugleikarnir broyttu kravið um ”góðkenda uppboðssølu” til ”føroyskan bryggjukant” í staðin. Tá kundu vit eitt nú selt ein part av okkara veiði sjálvir - uttan annað hóvasták, leggur hann aftrat.
Formaðurin í Felagnum Línuskipum sigur, at soleiðis, sum støðan er í løtuni, er tað bara ein spurningur um tíð, nær línuflotin liggur.