Niðurlond skulu rinda endurgjald fyri Srebrenica

Ein niðurlendskur dómstólur sigur, at staturin hevur endurgjaldsskyldu í sambandi við 300 av teimum, sum doyðu í Screbrenica.

Ein niðurlendskur dómstólur sigur, at staturin hevur endurgjaldsskyldu í sambandi við 300 av teimum, sum doyðu í Screbrenica. 

 

-Niðurlendski staturin hevur endurgjaldsskyldu fyri missin hjá avvarandi hjá teimum monnunum, sum serbarnir burturfluttu úr Dutchbats-leguni í Potocari seinnapartin tann 13. juli í 1995, skrivar dómstólurin í úrskurðinum.

 

Tey avvarandi hava stevnt niðurlendska statinum, tí tey vilja vera við, at teir niðurlendsku ST-hermenninir, sum vóru í Potocari, ikki góvu fólkinum ta verjuna, sum tey høvdu krav uppá, tá serbarnir komu hagar.

 

Umleið 8.000 muslimskir dreingir og menn doyðu í Screbrenica-hópdrápinum. Bæði altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia og altjóða revsidómstólurin í Haag hava staðfest hendingina í Screbrenica sum fólkamorð.

 

Í dag er Srebrenica partur av er Republika Srpska, sum er tann serbiski parturi av Bosnia-Hercegovina.