Niels Mortensen nýggjur formaður

Niels Mortensen er nú nýggjur formaður í Atlantsflogi.

Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í kvøld.

Bjarni Askham Bjarnason var nevndarformaður til hann tók við sum aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum.

Tá tók Kaj Johannesen við sum nevndarformaður og á aðalfundinum í kvøld tók Bjarni Askham Bjarnason seg úr nevndini.

Í hansara stað var Niels Mortensen valdur í nevndina og beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama Niels Mortensen sum nevndarformanni.

Niels Mortensen, sum her er avmyndaður á aðalfundi í Atlantsflogi, er stjóri í SMS og kennir nógv til handilsskap.

Men hann viðgongur, at hann er ikki so kønur í hesum slagi av handilsskapi, sum flogvinnan er.

Tí fer hann at brúka hesa næstu tíðina at seta seg inn í Atlantsflog og flograkstur.

Men hann sigur, at hann gleðir seg til hesa uppgávuna.

- Atlantsflog er eitt felag, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri allar føroyingar, so tað er spennandi uppgáva at vera við til at menna tað, sigur hann við Portalin, bent eftir nevndarvalið í kvøld.

Øll hini í nevndini eru afturvald uttan mótvalevni. Tey eru Kaj Johannesen, Jens Wittrup Willumsen og Tezz Tordsdóttir Ohlsson. Harafturat hava starvsfólkini tvey umboð í nevndini og tey eru Ingi S. Joensen og Olaf S. Poulsen.