Vestanstevnan bjóðar uppá seinasti høvið at hoyra Lív Næs og Niels Midjord á hesum sinni. Sunnudagin verður seinasta framførsla hjá Lív og Niels á hesum sinni, og verður tað á Vestanstevnu. Framførslan verður í Sandavágs kirkju og byrjar hon kl. 17.00.
Orsøkin til, at Lív og Niels enda teirra samstarv á hesum sinni er allarhelst, at Lív flytur til Danmarkar, har hon byrjar eitt tónlistarligt samstarv við víðagitnan danskan sangara.
Væntast kann tó, at okkurt verður at frætta frá Lív Næs og Niels Midjord í framtíðini.
Í dag kl. 16.00 verður ókeypis framførsla við Lív Næs og Niels Midjord í Tutl handlinum á Káta horninum.