Niels Pauli gevst

.

Í gjárkvøldið kom hvalbirtrolarin, Niels Pauli heim úr Irmingarhavinum.

Í lastini hevði hann 100 tosn av kongafiski, sum skuldi seljast á uppboðssøluni og væntandi keypti fiskaivirking á Tvøroyri tey.

tað hevur ikki gingið so væl hjá Niels Paula í Rimingarhavinum hesa tíðina, hann hevur verið har yviri.

Hann hevði størri trol við, enn teir vanliga plaga at brúka. Men tað fingu teir kvalir av og tann fyrsta túrin fóru teir til Íslands at avreiða tey einans 30 tonsini teir høvdu.

Og nú síðani royndartíðin við nýggju trolunum mátti sigast at vera av, heuvr fiskiskapurin verið smáligur og nú er lítið at fáa.

Kongafiskurin er farin undir Ísland og í altjóða sjógvi er lítið at heinta nú.

Nú Niels Pauli kemur heim er greitt, at hann fer ikki aftur í Irmingarhavið.

Spurningurin er so um hann fer undir Føroyar, ella um hann fer undir Eysturgrønland eftir kvotuni, hann eigur har.

Niels Pauli eigur 67 tons av svartkalva undir Eysturgrønlandi og eitt sindur av kongafiski, men kongafiskakvotan hevur verið til lítla nyttu seinastu árini, tí har hevur einki verið at fingið.

Enn er avgerð ikki tikin um, hvar Niels Pauli fer nú.

Óvist er, hvussu verður við Irmingarhavinum í ár. Onkur ár hevur borið til at fiska út í september, men tað er so ymiskt, hvussu kongafiskurin ferðast, og longu nú er hann so farin undir Ísland