Niels Pauli skoraði sigursmálið

1. DEILD: Skálamenn fóru av Argjum við fullari úrtøku, tá ið tey bæði, sum í fjør fluttu niður dystaðust

Í fjør fluttu AB og Skála niður úr bestu deildini. Skála endaði aftast og flutti beinleiðis niður, og AB tapti dyst um pláss í bestu deildini ímóti B68.

Í dag var innanhýsis uppgerð millum tey bæði liðini, sum í fjør fluttu niður. Hann var á Argjum, og skálamenn vunnu øll stigini.

Úrslitið var 1-0 til Skála. Sigursmálið skoraði ein av veteranunum hjá skálamonnum, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

Á Skála liðnum vóru fýra spælarar, sum eru føddir í 1980unum. Ein av teimum var Niels Pauli Danielsen, og tað var hann, sum setti bóltin í málið aftanfyri Heðin Stenberg í AB málinum. Teir báðir – Heðin og Niels Pauli – eru javngamlir. Heðin Stenberg er føddur 14. januar í 1989, og Niels Pauli Danielsen er føddur 18. januar í 1989. Tað var Poul Kallsberg, sum átti uppleggið til einasta málið.

Fimm minuttir undan leikloki hevði Niels Pauli Danielsen góðan møguleika at økja um leiðsluna, men tá eydnaðist tað ikki at fáa bóltin framvið Heðini Stenberg, sum vardi AB málið á besta liðnum fyri fyrstu ferð síðani  10. apríl í 2019.

Hagtølini siga, at talan var um javna uppgerð. AB vann sjey hornaspørk og Skála vann seks hornaspørk.