Nigeria og Egyptaland vunnu seg í hálvfinalurnar

Hálvfinalurnar í afrikanska endaspælinum vera leiktar mikudagin

Mynd: Ritzau Scanpix

Nú eru bert fýra lið eftir í afrikanska endaspælinum í fótbólti, ið verður leikt í Marokko.

 

Leygardagin eydnaðist tað Egyptaland við 3-2 sigri at senda verandi meistararnar úr Fílabeinsstrondini úr kappingini. Nigeria vann í sínari fjórðingsfinalu 2-0 á Algeria.

 

Algeria-Nigeria 0-2 (0-0)

0-1 Victor Osimhen ('47 )

0-2 Akor Adams ('57 )

 

Egyptaland-Fílabeinsstrondin 3-2 (2-1)

1-0 Omar Marmoush ('4 )

2-0 Ramy Rabia ('32 )

2-1 sjálvmál ('40 )

3-1 Mohamed Salah ('52 )

3-2 Guela Doue ('73 )

 

Mikudagin vera hálvfinalurnar leiktar soleiðis: Klokkan 17: Senegal-Egyptaland og klokkan 20: Marokko-Nigeria. 

 

Finalan verður leikt sunnukvøldið 18. januar klokkan 19. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix