Nikolaj Jacobsen er landsliðsvenjarin við næstflest heitum

Bert ein fronsk venjaralegenda liggur frammanfyri danska landsliðsvenjaran

Mynd: Ritzau Scanpix

Umframt at skriva søgu við danska manslandsliðnum í hondbólti, ið nú er bæði verandi evropameistari, heimsmeistari og olympiskur meistari, so byrjar landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen so dánt at nærkast einum meti.

 

Hann er saman við svenska Bengt (Bengan) Johansson tann landsliðsvenjarin, ið hevur vunnið næstflest heiti í manshondbólti.

 

Bert franska legendan, Claude Onesta liggur frammanfyri teir báðar.

 

Her eru heitini hjá trimum teimum fremstu landsliðsvenjarunum í manshondbólti:

 

1. Claude Onesta (Frakland) – 8 heiti

 

  • EM‑gull: 2006, 2010, 2014
  • HM‑gull: 2009, 2011, 2015
  • OL‑gull: 2008, 2012

 

2. Nikolaj Jacobsen (Danmark) – 6 heiti

 

  • EM‑gull: 2026
  • HM‑gull: 2019, 2021, 2023, 2025
  • OL‑gull: 2024

 

2. Bengt Johansson (Svøríki) – 6 heiti

 

  • EM‑gull: 1994, 1998, 2000, 2002
  • HM‑gull: 1990, 1999

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix