Um vikuskiftið vóru FM-finalurnar í talvi fyri ung á skránni í Eysturskúlanum í Havn.
Umframt heitið sum føroyameistarar, so er hetta eisini kappingin, sum gevur atgongd til NM-kappingina, og sleppa tey bæði fremstu í hvørjum bólki at luttaka.
NM-hópurin, sum luttekur í februar mánað 2009 í Føroyum - ímóti 50 javnaldrum úr hinum Norðurlondunum:
IM Helgi Dam Ziska, Margar Berg og Hjalti Toftum Jógvansson úr Tórshavn.
Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson úr Sandavági.
Einar Gregersen, Heðin Gregersen og Julian Gregersen úr Klaksvík.
Pætur Poulsen úr Skopun.
Silas Eyðsteinsson og Julian Gregersen eru nýggir í NM-høpi.