Tað hevur havt nógv nøvn ígjøgnum tíðinar, hølið í Tórsgøtu, undir matstovuni Rio Bravo. Fyri nøkrum árum síðani helt náttklubbin »Casablanca« til har, men teir lótu aftur um tað mundið, tá Platform lat upp. Síðani tað, hava matstovur undir ymsum heitum húsast har.
Men nú verður so ein nýggj roynd gjørd at hava náttklubba í hølunum. Tað eru teir báðir Mark Joensen og Mouldi Manai, ið eisini hevði náttklubban Casablanca, ið reka nýggja náttklubban, nevndur »No Limits«.
Stúgvandi fult
Annað jólakvøld var fyrsta kvøldið opið var, og hóast teir als ikki høvdu lýst, so var longu stúgvandi fult av fólki um 02.00 tíðina. 200 fólk sleppa inn í senn, og kl. 02.00 sluppu ikki fleiri fólk inn, so tað má sigast at hava verið ein flúgvandi byrjan.
Trappur eru ímillum Manhattan í erva og No Limitz í neðra, og møguleiki er at ganga ímillum støðini bæði. Manhattan kemur undir heitið Irish Pub, meðan No Limitz er ein náttklubbi burturav, so møguleiki er at gera sær kvøldið eitt sindur fjølbroytt.
? Vit kundi ikki ynskt okkum eina betri byrjan, og tað tykist sum um fólk eru sera glað fyri, at eitt nýtt dansistað er komið í høvuðsstaðin, sigur Mark Joensen, eftir tveir teir fyrstu dagarnar.
3. jólakvøld hevði føroyski náttklubburin í Keypmannahavn, Jackways, leigað seg inn í No Limitz. Av tí, at bróðurparturin av starvsfólkinum í Jackways eru føroyingar, so plaga tey at halda jólaborðhaldi fyri starvsfólkinum í Føroyum í jólaferiuni. Í fjør varð tað hildið í Eclipse, men í ár varð leiðin løgd framvið nýggja, snotuliga staðnum No Limitz.
3. Jólakvøld var sostatt eitt privatball, fyri starvsfólkunum í Jackways hildið í No Limitz, og Mark Joensen sigur, at eisini hetta var ein brand-succes.
? Tey høvdu millum annað fingið Julie frá danska popp-bólkinum »Blå Øjne« sum konfriensier. Hon sang eisini nøkur løg, m.a. vælkendað lagið »Romeo og Julie«. Tá kókaði tað veruliga inni, greiðir Mark frá.
Eingin ávísur aldursbólkur
Mark sigur, at teir ætla, at lata fólkið sjálvt avgera, hvør aldursbólkur fer at húsast í No Limitz. Teir hava ikki lagt seg eftir at fáa kundar í nøkrum ávísum aldri.
? Lágmarkið er sjálvsagt 18 ár, og sigast kann, at teir báðar dagarnar, tað hevur verið opið, hevur miðal aldurin verið umleið 20 ár, sigur Mark.
Hann sigur, at leygarkvøldini fyrst og fremst eru ætlað til at hava diskotek, við bæði føroyskum og útlendskum plátuvendarum, men pallurin er gjørdur soleiðis, at tað eisini liggur væl fyri at hava tónleikabólkar at spæla.
? Vit hava eisini ljóðútgerðina til live tónleik. Millum annað er ein góður 24 kanal mixari, effektir, trývegis P.a. anlegg og so framvegis. Tað er Showtime P.a. ljóð og ljós, sum hevur sett anleggið upp, greiðir Mark frá.
Næstu ferð, at høvi aftur verður at vitja No Limitz Nightclub, verður nýggjársaftan kl. 01.00. Mark sigur, at fólk longu nú eru farin at spyrja eftir atgongumerkjum til hetta kvøldið, tá Mark sjálvur og Elin í Stórustovu fara at velja tónleikin.
Nýggi náttklubbin í Havnini »No Limitz« hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Hóast teir als ikki lýstu við, at teir fóru at lata upp, var stúgvandi fult fyrsta kvøldið opið var
Náttarlív
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo