Eftir eitt lítið fall í talinum av nýggjum bilum í januar í ár sammett við í fjør, er talan um stóran vøkstur í tølunum fyri februar mánað.
199 nýggj akfør vórðu skráset í februar í ár sammett við 127 í sama mánaði í fjør. Av hesum standa persónbilar fyri nógv tí størsta vøkstrinum – 160 motvegis 100 bilum. Vøruvognarnir, sum vórðu skrásettir í februar, vóru 26 í tali í ár. Teir vóru 9 í fjør.