Rás2 hevði eina rimmar fótbóltsdag á Rás2 ígjár. Sent var frá fótbólti, og um fótbólt frá klokkan 14 til klokkan 20.15, har m.a. var sagt frá trimum fótbóltsdystum.
Seinasta tíman var sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni, har nógv góð, beinrakin og stuttlig sms komu inn til sendingina. Lurtarin, ið hevur besta sms´ið í hvørjari sending vinnur tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland, sum verður spældur leygarkvøldið 13. juni.
Vinnandi sms´ið í sendingini ígjár var frá einum KÍ-fjeppara, og tað ljóðaði soleiðis :
"KÍ kann gleða seg til teir møta AB, tá fáa teir eitt stig :)"
Nøkur av hinum góðu sms´inum, ið komu inn vóru soljóðandi :
"ÍF leikararnir vóru raskir at deila tey gulu kortini millum sín; teir fingu eitt í part!"
"Finnur skeyt eitt mál fyri hvønn av teimum 4 FC Suðuroy-áskoðarunum, sum vóru møttir til dystin."
"Valdemar Lützen selja nú TB sledir: tær fara skjótt omaneftir."
"Søgur siga, at KÍ hevur tikið upp samráðingar við B36-venjaran."
"Laksa paté frá Bakkafrost vann á makrel guffinum frá Varðanum."
"Kaffibarnavognurin hjá B36 smádreingjunum, var Hæddarpunktið í Gundadali í dag."
"FÇ Suðuroy hevur longu sikrað sær trý stig - ímóti AB."
"Hvat er likheitin millum ein, sum hevur timburmenn og AB? Tad verdur javnað sunnudag."
"Javnaðarflokkurin verður storur á Argjum til komandi val :-)"