Noktaði at skurðviðgera nazist

Ein jødiskur lækni í týska býnum Paderborn noktaði at skurðviðgera ein sjúkling, tá hann varnaðist at maðurin hevði eina nazi-tatovering á arminum. Hóast læknaeið noktaði ein 46-ára gamal jødiskur lækni á sjúkrahúsinum í týska býnum Paderborn, at skurðviðgera ein sjúkling fyri stuttum.

Tað hendi, eftir at læknin varnaðist eina tatovering av einari ørn og einum hagakorsi á arminum á 36 ára gamla manninum.

Symbolið við ørnini og hagakorsinum varð nógv nýtt av nazistunum í Hitler-tíðini, og er framvegis væl umtókt av fólki við ultra høgravendum meiningum.

Læknin kundi ikki við góðari samvitsku skurðviðgera nazistin, og tað greiddi hann konu sjúklingsins frá, og síðani kallaði hann ein annan lækna, sum kundi fremja skurðviðgerðina.

Einki verður sagt um, hvør skurðviðgerðin var.

Tað er bannað at bera hagakors og onnur nazistisk tekn í Týsklandi, og tað kann kosta upp til trý ára fongsul at bróta hesa lógina, skriva donsk bløð.