René Redzepi verður framyvir kreativur stjóri hjá Noma, sum letur upp aftur sum føst matstova í Keypmannahavn 5. august. (Savnsmynd: Thibault Savary/Ritzau Scanpix)

Noma letur upp aftur – René Redzepi verður kreativur stjóri

Kenda matstovan Noma í Keypmannahavn letur upp aftur sum føst matstova 5. august, og fyrrverandi køksleiðarin René Redzepi fær nýggjan leiklut sum kreativur stjóri.

René Redzepi verður framyvir kreativur stjóri hjá Noma, sum letur upp aftur sum føst matstova í Keypmannahavn 5. august. (Savnsmynd: Thibault Savary/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar danska vinnublaðið Børsen.

Samtíðis varðveitir Redzepi sín meirilutaeigarskap í fyritøkuni.

Hann legði frá sær sum køksleiðari í mars í ár eftir, at amerikanska blaðið The New York Times hevði eina grein, har fyrrverandi starvsfólk søgdu frá einum arbeiðsumhvørvi, sum var merkt av harðligum atburði og harðskapi.

Í greinini stigu 35 fyrrverandi starvsfólk fram og greiddu frá upplivingum frá tíðarskeiðinum 2009 til 2017.

Umleið 30 teirra søgdu, at tað var vanligur siður at verða sligin av René Redzepi og øðrum leiðarum í køkinum.

Í einari samrøðu við Berlingske, sum varð almannakunngjørd mikudagin, sigur Redzepi, at hann ikki kennir aftur tær grovastu skuldsetingarnar.

– Eg veit væl, at eg havi verið ein idiotur, skumpað fólk runt og rópt og skeldað, men eg havi ikki gjørt tey ekstremu tingini, sum eru lýst, sigur hann.

Hann sigur seg hava verið skelkaðan, tá hann las frásagnirnar, og at hann síðani hevur tosað við fyrrverandi starvsfólk fyri at kanna, um hann veruliga hevði borið seg soleiðis at.

Umframt at René Redzepi er farin frá sum køksleiðari, er fyrrverandi stjórin Peter Kreiner eisini farin úr starvi.

Í staðin hava Pablo Soto og Mette Søberg tikið við sum køksleiðarar, meðan Annika de Las Herras er nýggjur stjóri.

– René er eigari og setur kreativu kósina, men tað er ikki hann, sum stýrir dagliga arbeiðinum, sigur Annika de Las Herras við Børsen.

Hon leggur afturat, at Redzepi framvegis fer at veita ráðgeving og íblástur, men at dagliga leiðslan nú er løgd í hendurnar á nýggja leiðslutoyminum.

Noma hevur í nógv ár verið roknað millum bestu matstovurnar í heiminum og hevur vunnið fleiri altjóða heiðurslønir fyri sítt nýskapandi køkshandverk.

 

René Redzepi verður framyvir kreativur stjóri hjá Noma, sum letur upp aftur sum føst matstova í Keypmannahavn 5. august. (Savnsmynd: Thibault Savary/Ritzau Scanpix)